Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Pakkarnir gleða sjófólkið

Innanlands | 28/11-2020 20:32

Vit, í sjómanskvinnuringinum í Leirvík, hava gjørt nakrar pakkar hvør sær, og so hava vit í felag pakkað nakrar bøkur inn, sum vit havi fingið. Saman við bókunum hava vit lagt okkurt góðgæti ella hosur og eitt kristiligt blað, so tað eru góðar gávur. Fyrr fingu vit fleiri pakkar frá ymiskum kvinnum í bygdini, sum ikki komu í ringin, men sum kortini vildu gleða ein sjómann, men tíverri eru tær gávurnar nógv fækkaðar síðstu árini,-Tað sigur Kirsten Danielsen, sum er í leiðsluni fyri sjómanskvinnuringin í Leirvík.

-Hetta er eitt arbeiði við meining, sum kvinnurnar hava gjørt gjøgnum mong ár. Fleiri av teimum gomlu eru jú sjómanskonur og hava tí verið og eru enn upptiknar av at hjúkla um sjófólkið, bæði við jólapakkum og við forbøn. Nú er sjófólkið ikki so leingi burtur sum fyrr, men tað eg veit um, so eru tey sera fegin um at fáa jólapakkar. Sjálvt ein lítil pakki kann skapa stóra gleði, so hetta arbeiðið gevur góða meining- sigur Kirsten.

-Eg havi latið pakkar á hvørjum ári síðani 1973, tá eg kom við í ringin í Leirvík. Eg skrivi adressu á kortið og havi fleiri ferðir fingið takkarkort ella uppringingar frá sjómonnum. Eg havi eisini fingið pakkað aftur fyri pakkan og tað er bæði stimbrandi og stuttligt,- Tað sigur Palma Høgnesen, sum eisini er við í leiðsluni fyri ringin.

-Tíverri eru vit bara einar 6-8 kvinnur, sum nú samlast annaðhvørt mánakvøld í kjallaranum í missiónshúsinum. Fyrr vóru vit nógv fleiri, men vit hava tað bæði gott og hugnaligt. Allar kvinnur skulu vera hjartaliga vælkomnar í ringin – og mennirnir við. Viðhvørt kemur onkur maður at vitja, og tað er orduliga hugnaligt,- sigur Palma.
Sjómanstrúboðarin veit at siga, at gott 800 pakkar eru farnir umborð á umleið 65 skip. Skulu somu skip fáa somu nøgd av pakkum sum síðsta ár, so resta umleið 80 pakkar.

Takk, tit sum hava latið pakkar og takk um nakrir koma afturat áðrenn fyrsta vikan er farin av desember.
Pakkarnir kunnu latast inn til Fiskimannafelagið á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Bláa Kross Føroya í Saltangará og á Hotel Klaksvík, (sjómansheimið).

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi