FONGSULSTÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Í meira enn 25 ár hevur Dansk-Rumenska missiónin, Rescue Mission, rikið evangeliskt missiónsarbeiði í fleiri Rumenskum fongslum.
Føroyingar hava partvís verið við í hesum arbeiði, og ígjøgnum mong ár hava føroyingar stuðla arbeiðinum fíggjarliga við at flyta fastar peningagávur inn á føroyska bankkontu, sum er til hetta arbeiði burturav.
Kristiliga Tíðindatænastan fær regluliga tíðindabræv frá donsku deildini hjá Rescue Mission í Kolding í Danmark. Í seinasta tíðindabrævinum verður boðað frá regluligu peningainnsavningini til jólapakkar til fongslini, og aftur í ár verður peningur savnaður inn til hetta endamál. Í tíðindabrævinum stendur, at projektið í ár er upp á 60.000 krónur og at higartil eru gott 30.000 krónur innsavnaðar. Projektið fevnir um 1000 fangar, sum skula hava jólapakkar í ár. Eisini upplýsir Rescue Mission í brævinum, at tað er ein serligur tørvur fyri jólapakkum í ár, tí fangarnir fáa ikki vitjan av familjuni vegna Covid 19.
At geva fangum jólapakkar hevur verið ein afturvendandi uppliving fyri fangarnar tey nógvu seinastu árini. Føroyingar hava eisini verið við til at býtt út jólapakkar í fongslunum.
Kristiliga Tíðindasendingin kann upplýsa, at 15.000 krónur eru fluttar í hesi vikuni av nevndu kontu til stuðul til jólapakkar til fangar í Rumenskum fongslum. Um onkur lurtari er, sum ynskir at vera við at stuðla fíggjarliga, er ein vælkomin at flyta stuðul inn á kontu í Betri Banka 9181 – 1512066.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Petur Oluf Hansen - pionerur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Kokkurin er færeyingur

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Is Fake News a Myth?

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Sjey nýggir býráðslimir

Louisa 30 ára starvsdag

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











