ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Tað var fyri einum góðum mánaða síðani, at Anna og David Rodda komu til Føroyar. Tey høvdu ætlanir at verða í Føroyum í longri tíð, men valdu kortini at fara aftur til Onglands. Tey fóru úr Føroyum við flogfari yvir Norra mánamorgunin.
Tey hava ikki ferðast tað nógva millum samkomurnar á hesum sinni, men verið fyri tað mesta til møtini í samkomuni Berøa, sum øll árini hevur verið teirra føroyska heimasamkoma. Tíðina tey hava verið í Føroyum hava tey búð í Saltangará.
Meðan Anna og David vóru í Føroyum fekk samkoman í Berøa vitjan av Lív Poulsen, sum er trúboði í Senegal, og er heima í farloyvi. Tað var ein gleði og stimbran fyri Annu og David at møta og hoyra ein yngri trúboðara greiða frá arbeiðinum í júst tí landi, har tey virkaðu í mong ár.
Hóast Anna og David ikki longur eru fysiskt til staðar á missiónsmarkini í Senegal, so fylgja tey væl við arbeiðinum í Senegal á netinum, og kunnu tey geva ein hjálpandi leiklut á netinum so gera tey tað.
Tey búgva í Corn-Wall í suður vestur Onglandi, har David er vaksin upp og har familja hansara býr. Anna eigur sjey systkin, sum øll búgva í Danmark.
Tey komu til CornWall í øllum góðum í gjár, týsdagin, skrivar David í einum t-posti.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











