Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

HAVIÐ

Innanlands, Mentan | 02/12-2020 16:00

Listasvan Føroya lat 6. november upp listaframsýningina HAVIÐ. Framsýningin heldur fram til 5 Apríl 2021.

Havið er eitt stórt arbeiðspláss, tann týdningarmesta inntøkukeldan og ríkt fiskatilfeingi. Brúsandi havið er altíð hjástatt, og tað er natúrligt, at fleiri ættarlið av listafólki hava fingið íblástur úr havinum kring okkum. Á framsýningini “Havið” er dentur lagdur á listaverk, ið lýsa bæði fiskimenn, bátar, fisk, dálking og tað duldarfulla í havinum.

Fjøltáttað framsýning
Á framsýningini ber til at uppliva fleiri enn 100 listaverk eftir okkara fremstu listafólk. Stóra serframsýningin savnar eldri og nýggjari list í alskyns tøkni og setur verkini í eina felags rammu – gamlir, siðbundnir málningar av bátum og skipum kunnu upplivast lið um lið við eitt stórt segl úr menniskjahári og einum sjónbandi um kópakonuna. Umframt verk úr savninum hjá Listasavni Føroya eru eisini verk frá stovnum og privatfólki.

Ígjøgnum verkini fáa vit innlit í eitt land, har fiskiskapur hevur verið gjøgnum eina kollveltandi menning í 20. øld: Frá lokalari dagsveiðu í smábáti til hátøkniligar trolarar, ið fara á langferð í mánaðir og fáa ovurstóran fong. Samstundis sum havið er týdningarmikil kelda til tilfeingi, er tað eisini tongt at náttúrukreftum, ið vit ikki hava tamarhald á, ótta og missi. Hugsanin um havið hevur altíð verið umgird av lagnutrúgv, mystikki og virðing, sum eisini sæst aftur í listini.

Stórhavstjóð
Sjógvurin kring Føroyar er eitt stórt havøki. Við eini vídd á 274.000 km2 er havið fleiri ferðir størri enn landaøkið, og tað merkir, at Føroyar eru partur av bólkinum Stórhavstjóðir. At liva av havsins tilfeingi hevur skyldur við sær, og tí er burðardyggur fiskiskapur sentralt evni hjá Stórhavstjóðum: Hvussu kann fiskivinnan lata vera við at oyða havsins tilfeingi? Hvussu kann dálking av heimsins høvum avmarkast? Tí er temað um dálking av heimshøvunum eitt týdningarmikið sjónarmið í framsýningini, ið leggur upp til, at vit fara at hugsa meira um, hvussu vit tryggja lívið í havinum í framtíðini.

Á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Torbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen, Tóroddur Poulsen o.o

Nógvar myndir síggjast HER


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi