Jørgen! Arbeiðsbilar eru prísaðir út úr Eysturoyartunnlinum
Tað skrivar Anskar Hansen, vinnilívsmaður, sum koyrir nógv í millum Klaksvík og Havnina í dag. Les hansara lesarabræv niðanfyri.
Gott Jørgin, men bussarnir eru ikki einasti trupulleikin. Arbeiðsbilar eru so sanniliga eisini prísaðir út úr tunlinum.
Eg við mínari lítli fyritøku koyri rættuliga nógv millum Klaksvík og mín høvuðsstað og sum príslegan er júst nú so skulu vit, sum nýta vørubil, til at gjalda 600 kr hvønn dag ella 3000 kr eyka fyri hvørja viku vit arbeiða í Havn.
Sum handverkari er tað sjálvandi so at vit kappast við øll onnur at fáa nøkur arbeiðir í okkara høvuðsstaði, eisini í kapping við tey í Havnini og er tað sjálvandi nógv torførari hjá okkum uttanfyri Havnini at vinna í einari prískapping, men vit gera tað!
Tað sigur seg sjálvt at skulu vit nú at innroknað tunnilsgjaldið fyri eitt arbeiði sum t.d. tekur 6 mánaðir so skal eg leggja 18000 kr pr bil, oftani eru tað tveir bilar so tað verur omanfyri 30.000 kr eg skal leggja omaná tann áður so lítla marginalin sum er millum lægsta og næstlægsta tilboð.
Lítlir vørubilar gjalda 300 kr pr dag og er tað eisini alt ov nógv.
Onki av hesum stendur í mát við teir ca 15 til 20 minuttirnar mann vinnur í tíð og í spardari olju, tískil havi eg bert ein møguleika og er tað framvegis at koyra um brúnna.
Prísirnir eru yvir alt, alt ov høgir og eri eg vissur í at rættuliga nógv akfør eru prísaði út úr Eysturoyartunnlinum.
Jørgin, tú ferð á fund við teir fyrsta dagin, spyr teir: Um tað vísur seg at ov fáir bilar koyra gjøgnum tunnilin og harvið ov lítil inntøka, ætla teir so at seta prísin enn hægri upp fyri at røkka málinum?
Jørgin, Eysturoyartunnil sum kostar kanska omanfyri eina milliard skuldi gjarna veri ein samfelags gagnlig íløga men við hasum príspolitikkinum so mergsúgva teir hvørja einastu gagnliga krónu inn í prosjekti og tað eigur tú sum landsstýrismaður á økinum ikki at lata um teg ganga...góðan f
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Bjarni

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











