Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Minst 22 deyð og 59 særd í sjálvmorðsbumbuálopi í Manchester

Uttanlands | 23/05-2017 08:16

Í minsta lagi 22 fólk lótu lív í gjárkvøldi tá ein bumba brast á einari konsert á Manchester Arena í býnum Manchester í Onglandi. Sambært løgregluni er talan um eitt sjálvmorðsbumbuálop.

Spreingingin hendi kl. 22:35 í gjárkvøldi, beint eftir eina konsert við amerikansku poppstjørnini Ariana Grande. Hon hevði júst framført fyri 21.000 áhoyrarum tá ein brestur hoyrdist. Vitnir siga, at tað var ein løta áðrenn fólk varnaðust at talan var um eitt bumbuálop. Fyrstu løtuna hildu tey at tað var eitt tekniskt brek, men so byrjaðu fólk at skríggja og royna at flýggja úr bygninginum. Onnur vitni, ið vóru nærri spreingingini søgdu, at tey fyrst hoyrdu ein hvøllan brest, og síðani eitt bjart ljós. Eisini verður greitt frá, at fullkomin ruðuleiki var inni á konsertstaðnum, og at deyð og særd fólk lógu allastaðni.

Í løtuni eru tað nógv fólk ið leita eftir sínum kæru við at leggja út eftirlýsingar á eitt nú Facebook.

Nógvir av fjepparunum hjá Arianu Grande eru ung og børn, og løgreglan hevur vátta fyri BBC at børn eru millum tey deyðu.


Ein onnur spreinging hoyrdist seinni. Men tá var talan um lut ið løgreglan hevði funnið, og sum man valdi at spreingja tí illgruni var um at talan var um eina bumbu. Luturin vísti seg tó at vera ófarligur.

Løgreglan í Manchester sigur, at talan var um ein einsamallan bumbumann, ið lat lív í spreingingini. Eftir øllum at døma brúkti hann eina heimagjørda bumbu. Løgreglan kannar nú um yvirgangsmaðurin arbeiddi einsamallur ella um hann var partur av einum størri toymi.

Tjóðartingsval verður í Bretlandi tann 8 juni, men eftir álopið í gjárkvøldi hava bæði Theresa May, forsætisráðharri, og Jeremy Corbyn, formaður í Labour, boða frá, at tey fyribils steðga við øllum valstríði. Fyrrapartin skal May á fund í so-nevndu COBRA nevndini, ið er samansett av viðkomandi ráðharrum og embætismonnum, at fundast og kunna seg um álopið.

 


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi