Helgi Abrahamsen, hugburðsbroyting má til
Tað var við blandaðum kenslum, at eg las skrivliga svarið (§52a) frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling.
Eg havi spurt landsstýrismannin um setan av einari serfrøðinganevnd tvær ferðir í ár, einaferð í mars og nú aftur í november.
Hetta hendir hóast, at eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, samtykti eftir tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.“
Tað virkar tí sum drál og undanførsla, at henda serfrøðinganevndin ikki verður sett at gera neyðuga greiningararbeiði og gera frágreiðing.
Í svarinum frá landsstýrismanninum verður nógv gjørt burtur úr at tosa vinnuligu ætlanirnar niður og lýsa teir vandar og forðingar, sum landsstýrismaðurin sær fyri sær. Við ørðum orðum, so kann mann lesa millum linjurnar, at hetta, áðrenn nakað blekk er sett á blað, er tað, sum eingilskmenn kalla ”a dead duck” - nakað, sum ikki verður til nakað óansæð, tí politiski viljin er ikki til tess.
Eg haldi, at nú skyldar landsstýrismaðurin Løgtinginum at realitetsviðgera hesa løgtingssamtyktina og seta serfrøðinganevndina, har eisini fólk frá vinnuni eru við.
Føroyar hava tørv á einum vinnupolitikki, sum tryggjar, at náttúrugivnað tilfeingið verður troytt til gagns fyri menningina av okkara vælferðarsamfelag, og at møguleiki skal vera fyri at fara undir nýggjar vinnur.
Vit kunnu ikki loyva okkum ikki at kanna væl og lýsa tað potentialið, sum kundi verði innan havbit av laksi og skejlaaling.
Í hesum týðandi vinnumáli vantar okkum at koma víðari frá orðum til handling.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Bjarni

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











