Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm eftir umfarið

Innanlands, Ítrottur | 23/05-2017 23:42

Oddurin er við at taka skap, og tveir evnaríkir unglingar gjørdust avgerandi við Løkin og á Skála. Her eru fimm niðurstøður eftir 9. umfar í Effodeildini.

Jann Benjaminsen ger vart við seg við Løkin…

Benjaminsen er eitt av eftirnøvnunum, ið vekir virðing hjá teimum flestu við áhuga fyri føroyskum fótbólti. Fróði Benjaminsen hevur seinastu 20 árini verið ein av bestu og sjónskastu spælarunum í bestu føroysku deildini og á landsliðnum, har hann eisini eigur dystarmetið.

Leygardagin var tað ein yngri Benjaminsen, sum gjørdi vart við seg. 20 ára gamli Jann Benjaminsen var skiftur inn í 28. minutti av dystinum móti ÍF, og ikki kann sigast annað enn, at hann kom, sá og sigraði. Álopskendi vongurin, sum er gudsonur Fróða, skjeyt NSÍ framum beint undan steðginum, og 19 minuttir inn í seinna hálvleik økti hann um leiðsluna. Sum um tað ikki var nokk, átti hann eisini næstseinasta fót - í roynd og veru var tað høvd - á, tá Klæmint A. Olsen skoraði til 3-0.

NSÍ hevur breiðan hóp, tað er sjón fyri søgn, um ein hyggur eftir stigatalvuni í næstbestu deildini, har runavíkingarnir eru fremstir. Tað krevst nógv fyri at fáa møguleikan á besta liðnum, men tað er á ongan hátt ógjørligt. Tað hava Petur Knudsen (19) og Betuel Hansen (20) longu prógvað. Jann Benjaminsen hevur fingið 93 minuttir fyri besta liðið higartil, og hevur óivað fingið blóð á tonnina eftir avrikið ímóti ÍF.

… og tað ger Michal Przybylski eisini á Skála

Michal Przybylski skjey helst besta málið í 9. umfari. 19 ára gamli póllendingurin, ið tó hevur búð í Føroyum størsta partin av lívinum, fekk bóltin nakað uttanfyri brotsteigin hjá EB/Streymi, legði bóltin til rættis og høgdi hann upp í málhornið frá 25 metrum. Hann var kortini ikki nøgdur við 1-1 støðuna, og 12 minuttir eftir steðgin varð hann spældur púra leysur av Hákuni Edmundsson, og lyfti bóltin ísakalt upp um málverjan hjá sundalagsmonnunum.

Álopskendi spælarin er bæði kvikur og hevur sera góðan bóltførleika. Hann kom úr B68 undan hesum kappingarárinum, og Pauli Poulsen hevur ivaleyst vónað, at Michal Przybylski kundi leggja til við málskjótingini hjá teimum appilsingulu. Undan 9. umfari var tað kortini ikki eydnast framherjanum at skjóta nakað mál, men nú hann hevur fingið hol á, er avbjóðingin støðugt at spæla væl og leggja mál og upplegg afturat. Megnar hann tað, ger hann lívið lættari hjá felagi sínum, sum hevur havt ilt við at skora í ár, og so er skjótt, at sigrarnir gerast fleiri, enn tann eini, sum framherjin var við til at tryggja Skála sunnudagin.

Ari Ó. Ellingsgaard prikar Víking

Ari Ó. Ellingsgaard manglar ikki mót. Eftir 3-0 ósigurin á NSÍ leygardagin tosaði miðvallarin hjá ÍF við Sosialin, og hann legði á ongan hátt fingrarnar ímillum.

- NSÍ er eitt nógv betri lið enn Víkingur. NSÍ spælir fótbólt, tað ger Víkingur ikki, segði hann. Fuglfirðingarnir spældu javnleik móti føroyameistarunum, áðrenn teir taptu fyri NSÍ í Runavík, men tað er kortini djarvt at halda uppá, at Víkingur ikki spælir fótbólt. Serliga um hugsað verður um støðuna, sum ÍF er í, nú fyrsti triðingurin av kappingini er farin afturum.

- Eg haldi ikki, at vit spæla sum tað niðasta liðið. Vit hava ikki marginalarnar við okkum, men í dag høvdu vit ikki uppiborið nakað. Tó hevur tað sæð betri út hjá okkum seinastu vikurnar, legði hann afturat.

ÍF spælir mangan ‘snøggan’ fótbólt, og í javnleikinum móti Víkingi í 8. umfari vóru fuglfirðingarnir væl við. Stigatalvan talar kortini sítt týðiliga mál, og hon sigur, at ÍF bert hevur seks stig fyri níggju dystir. Í seinastu sjey dystunum hava fuglfirðingarnir bert fingið trý stig, og heldur hendan gongdin fram, fer niðurflytingin at spøkja, og tá verður bert spurt um stigatal og ikki um stíl.

Suðuroyingarnir í aldudali, men…

TB/FCS/Royn tapti fyri fjórðu ferð á rað sunnudagin móti Víkingi, og grái dagligdagurin tykist aftur valda hjá felagsliðnum. Suðuroyingarnir við Maurice Alexander Ross á odda, liggja nú á fimta plássi við 12 stigum, og stríðið í oddinum er av fyribils.

Tað er kortini eingin orsøk at hanga við høvdinum. Mótstøðuliðini seinastu fimm dystirnar hava verið B36, NSÍ, HB, KÍ og Víkingur, og hóast tað ‘bert’ eydnaðist at fáa stig móti B36, hava teir í grønum á ongan hátt givið nøkrum ein lættan dyst. Vóru teir eitt sindur hepnari, kundu teir saktans fingið okkurt stigið afturat.

Torføra dystarrøðin er nú yvirstaðin, og tað merkir samstundis, at mótstøðuliðini komandi umførini, EB/Streymur (h), ÍF (ú), Skála (ú) og 07 Vestur (h) burdu verið lættari, enn tey hava verið í seinastuni. Felagsliðið hevur longu roynst betur, enn tey flestu væntaðu, men um teir ætla sær meir enn eina heiðurliga støðu mitt á stiðatalvuni, skulu teir vísa tað næstu fýra dystirnar.

Oddurin tekur skap

Tað hevur verið nógv tosað um sokallaðu topp-fimm liðini í Effodeildini. Eingin ivi tøktist vera um, at Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB skuldu kappast um heiður og æru í ovaru hálvu av stigatalvuni, meðan restin skuldi stríðast fyri at varðveita plássið í deildini.

Soleiðis kann tað sjálvandi framvegis enda, men tað tykist sum topp-fimm ístaðin er blivið til topp-trý. KÍ, Víkingur og NSÍ hava skapt sær eitt lítið glopp niður til hini liðini - tað eru fýra stig millum runavíkingarnar og B36 á 4. plássi, og í løtuni bendir alt á, at tað verða tey trý, sum skulu kappast um FM-heitið. Víkingur byrjaði best, men spældi síðani fýra javnleikir á rað, áðrenn sigurin á TB/FCS/Royn. KÍ og NSÍ komu eitt sindur seinni úr startblokkunum, men hava veruliga tikið dik á seg síðstu nógvu umførini.

Havnafeløgini bæði B36 og HB síggja í løtuni út til at skula stríðast innanhýsis um 4. plássið, ið gevur atgongd til síðsta evropeiska plássið. TB/FCS/Royn vil óivað fegið blanda seg upp í ta kappingina, og Skála, EB/Streymur og 07 Vestur eru heldur ikki so langt aftanfyri, at tey kunnu skrivast av, hóast tað tykist ósannlíkt, at tey fara at spæla seg so langt upp.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi