Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jóhannes Miðskarð: Er Skúla Scam nakað sum børn fara at hyggja eftir ella er tað list til ung og vaksin?

Innanlands, Lesarabrøv | 17/12-2020 11:30

í Dagur og Viku týskvøldið 8. desember staðfesti verturin staðiliga, at Skúla Scam ikki er ætlað til skúlabrúks. Men hvussu kann man siga, at ein animatiónsfilmur ikki kann brúkast í skúlanum?! 

Tá formatið og animatiónirnar tykist einfaldar og barnsligar, vil eg siga, at Skúla Scam er avgjørt nakað, sum skúlabørn fara at blíva fangað av. Eg eri vísur í, at um man tekur ein teldil, sum vísur ein part av Emil í Lønnebergi og ein annan teldil sum vísir Skúla Scam og letur børnini velja, so velja børn frá 7 ára aldur Skúla Scam-teldilin at hyggja at.  

Meðan eg gekk á kandidatútbúgvingini í námsfrøðiligari sálarfrøði í Keypmannahavn, tók eg nakrar vikartímar í einum lokalum skúla. Sum vikarur skal man ofta bara fáa ein tíma ella báðar tveir at ganga. Ein dagin bleiv eg sendur inn í ein 5. flokk til ein dupulttíma í søgu. Eg fekk ongan setning frá læraranum ella skúlastjóranum, og eg eri ikki útbúgvin til søgufaki. Eg spurdi næmingarnar, um tey høvdu nakað uppskot til, hvat vit skuldu gera. Ein næmingur var skjótur niður í taskuna, og kom fram til mín við einum dvd-filmi (hetta er 20 ár síðani.

Filmurin var ein teknifilmur, har óvanliga nógv banniorð og óvanliga ógvusligur málburður varð nýttur. Eg las væl aftanfyri á coverinum. Har stóð eitt aldursmark á 12 ár. Nøkur av teimum vóru gott nokk 11 ár – men eg av tí at tey flestu vóru 12 ár, gav eg loyvið til, at vit kundu hyggja at filminum. Sum eg sat og hugdi, gjørdist eg kløkkur av ógvusligum málbrúki í filminum– men eg tonkti at hetta nokk bara teirra veruleiki, og eg hevði torført við at steðga filminum, tí nú hevði eg byrja at vísa hann fyri teimum. Eftir ein hálvan tíma kom skúlastjórin framvið at biðja meg taka ein annan vikartíma seinni á degnum. Tó tað fyrsta hann ger, tá hann er komin inn, er, at hann biður meg koma út á gongina, og sigur við meg: “Tú kanst ikki vita hetta. Men lærararnir hava tikið avgerð um, at hasin filmurin ikki skal vísast frá 6. flokki og niðureftir”. Eg spurdi hví. Hann svaraði “Vit høvdu ein 6. flokk, sum hevði sæð filmin tvær ferðir í skúlanum, og eftir hesar sýningar var málburðurin og ákoyringar á aðrar næmingar og lærarar so ógvusligir, at lærarar tóku hesa avgerð.” 

Aftur til Skúla Scam. Eg havi sera torført við at síggja, hvussu Skúla Scam kann vera hildið burtur frá børnum.  Tí skilji eg væl, at landsstýrismaðurin tók hesa avgerð. Tað er eitt heilt vanligt atlit í nógvum londum, at man ikki nýtir banniorð og ógvuligsligan málburð í sjónvarpstilfari til børn. Tað eru eisini fáir skúlar sum góðtaka banning og ógvuligsligan atburð við tí grundgeving at nú eru nøkur (ella nógv) børn farin at gera tað so kunnu vit akkurát tað sama loyva tí – sum er argumentið hjá nógvum, m.a. hjá formanninum í mentanarnevndini, har hann segði “børn tosa bara soleiðis í dag” í somu Dagur og Viku. 

Tá verturin sigur í Dagur og Viku 8. desember at Skúla Scam-filmurin ikki er til skúlabrúks, so hugsi eg “Ok – so má eitt aldursmark standa á Skúla Scam-filminum” – hvussu kann verturin annars vita at filmurin er ikki til skúlabrúks. Men tá eg kannaði tað, so uppdagaði eg at onki aldursmark stendur upplýst á heimasíðuni hjá filminum (kannaði tað 14.12.2020 kl. 20,53). Eg havi spurt meg fyri hjá fólkunum aftanfyri filmin, hvat aldursmark stendur upplýst til filmin, men eg fái ikki svar. 

Tá ongin hjálp er at heinta til at finna útav hvat aldursmark filmur hevur, so er møguligt at ein lærari sum ivast, um hann skal vísa filmin í einum flokki, konkludearar “Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur givið stuðul til filmin – so tað má vera eitt stempul til at eg kann vísa hann í skúlanum”. 

Eg haldi, at tey, ið varða av børnum í okkara landi, mugu hava sum aðalmál at vit læra okkara børn at vit samskifta ordiligt, og at vit læra børnini at vit ikki niðra hvønn annan – heldur ikki eiga børn at niðra lærarar. 

Tilfar til børn (eisini LIST) er altíð, og má síggjast soleiðis eisini, at tað altíð hevur eina normativa funktión og vil ongantíð í praksis bert vera deskriptivt. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi