Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 52)
Samanumtikið: Vit fáa ikki hvít jól, kanska hvítt í fjøllunum. Báðir jóladagarnar væl av vindi og regn. Ikki líkt til nógvan vind nýggjársaftan.
Mánadagur 21.Gul av vestri gangandi í úts 4-5 m/s, fyri tað mesta turt. Seinnapartin og um kvøldið snarar hann upp í landn og norðan upp í frískan vind 7-11 m/s. Um kvøldið regn og hitin 5-7 stig
Týsdagur 22.Strúkur í vindi niður í frískan vind av norði 12-8 m/s, fyri tað mesta turt og hitin 3-4 stig.
Ónsdagur 23.Frískur vindur av útn, 9-10 m/s, ælaveður seinnapartin kanska sum vátaslættingur og hitin 2-3 stig
Tórsdagur 24. Jólaaftan Útn snarandi í úts 8-12 m/s, regn um kvøldið og hitin 3-7 stig
Fríggjadagur 25. 1. Jóladagur Úts 14-18 m/s, regn allan dagin og hitin 6-8 stig.
Leygardagur 26. 2. Jóladagur Úts 17 niður í 7 m/s, regn fyrrapartin og ælaveður seinnapartin og hitin 5-3 stig
Sunnudagur 27.Útn snarandi í landn 4-1 m/s, turt og sól og hitin 3-4 stig.
Samanumtikið: Vit fáa ikki hvít jól, kanska hvítt í fjøllunum. Báðir jóladagarnar væl av vindi og regn. Ikki líkt til nógvan vind nýggjársaftan.
Veðurtekn: Í dag er vetrarsólstøða, tvs. stytsti dagur. Kl. 10.02 er sólin komin í sína sunnastu støðu, tað vil siga 23½ stig suður breidd, so vendir hon norðuryvir aftur. Dagarnir vera í miðal 3 min og 20 sek. longri, men hetta hendir ikki javnt. At byrja við økist dagurin bert fá sekund, meðan økjanin er størst rundan um vársjavndøgur. Tá økist dagurin í miðal við 5 min. pr døgn.
Petur Hans sigur soleiðis um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Úts 3 m/s, skýggja, ælaveður og hitin 5 stig.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











