Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

“Vindurin blæsur hvar sum hann vil” og “Sólvindur”

Innanlands, Mentan | 21/12-2020 17:00

Í juni mánaða í ár var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list.

P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðnum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr. 150.000,-.

Henda stuðulsavtalan er sera týdningarmikil fyri savnið, soleiðis at savnið hevur møguleika at fáa til vega nýggj listaverk og harvið fylgja við, hvat rørir seg á hesum øki.

Í síðstu viku keypti savnið fyrstu tvey listaverkini eftir hesum leisti frá listamanninum Ankeri Mortensen.

Anker Mortensen er føddur í 1961 og er málari og grafikari, og hann telist millum tey mest serstøku og týðandi listafólk í Føroyum í dag.

Tann føroyska málningalistin er eyðkend fyri at hava nýtt landslagið sum sítt yndismotiv í mong ár. Men Anker Mortensen fer aðrar leiðir og er soleiðis serstakur í føroyskum høpi. Hann hevur ment sín egna málningastíl. Í málningum sínum leggur hann størri áherðslu á lit enn snið mótvegis tí  føroysku siðvenjuni.

Myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur keypt, hava heitini  ávíkavist “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” (2019), stødd 140 x 140 cm og “Sólvindur” (2019) stødd, 120 x 150 cm. 

Málningarnir, “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” og “Sólvindur”, bera báðir heitið vindur - tó við ymiskari merking. Motivið í báðum málningunum eru lyrisk og poetisk. Í báðum málningunum eru ymiskir náttúrulitir - bæði sterkir og meira kámir litir, sum skapa eitt livandi litspæl við ymiskum verum í.

Listaverkini hjá Ankeri víðka hugflogið hjá áskoðaranum, og ger hann forvitnan, soleiðis eru verkini opin fyri tulking.

BankNordik-savnið.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi