Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 53 )
Samanumtikið: Hann verður alla vikuna høgur í ættini, rættiliga nógvur vindur fyrst í vikuni, men síðani makar hann vindin. Nýggjarsaftan hampiliga góð líkindi til bál og fýrverk. Kalt, hitin frá frostmarkinum upp í 5 stig.
Mánadagur 28. Skrið til hvassan vind av norði, 19-16 m/s, regn ella vátakavi tað mesta av degnum og hitin 2-4 stig
Týsdagur 29. Hvassur vindur til strúk í vindi av norði 15-13 m/s snarandi í útn um kvøldið, regn- ella vátaslettingsæl og hitin 2-4 stig
Ónsdagur 30. Strúkur í vindi niður í andøvsgul av vestri snarandi í norðan 13-7 m/s, ælaveður seinnapartin, tó sæst sólin og hitin 3-5 stig
Tórsdagur 31. Nýggjársaftan: Norðan 6-10 m/s, ælaveður um morgunin, men sólin kemur fram og hitin 2-5 stig
Fríggjadagur 1. Nýggjársdagur Norðan 10-8 m/s, okkurt vátaslættings- ella kavaæl um morgunin og hitin 1-3 stig
Leygardagur 2. Norðan 7-8 m/s, okkurt vátaslættings- ella kavaæl um morgunin og hitin 1-4 stig
Sunnudagur 3. Norðan snarandi í landn 7-3 m/s, turt fyri tað mesta, sólin sær, og hitin 3-6 stig
Samanumtikið: Hann verður alla vikuna høgur í ættini, rættiliga nógvur vindur fyrst í vikuni, men síðani makar hann vindin. Nýggjarsaftan hampiliga góð líkindi til bál og fýrverk. Kalt, hitin frá frostmarkinum upp í 5 stig.
Veðurtekn: Brestur hart í svávulspinni, tá ið hann verður tendraður, verður ringt veður.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun Landn.n. 14 m/s, skýggja, ælaveður og hitin 3 stig.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur