Latið okkum standa saman um Eysturoyartunnilin
Tunnilsfelagið hevur tikið lán uppá 2,6 mia. kr. Tunnilsfelagið skal hava umleið 175 mill. kr. í inntøkum um árið, fyri at felagið kann svara hvørjum sítt. Tí eiga vit øll at taka lógvatak um Eysturoyartunnilin.
Kostnaðurin at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin hevur verið meir ella minni almennur síðani verkætlanin byrjaði.
Politiski myndugleikin bleiv eisini kunnaður um prísirnar, áðrenn verkætlanin bleiv endaliga samtykt og áðrenn lánsavtalan við útlendsku lánsveitararnar bleiv undirskrivað. Eysturoyartunnilin skal eisini í stóran mun rinda Sandoyartunnilin.
Samlaða verkætlanin kostar útvið 3 milliardir kr.
Allíkavæl er prísurin at koyra gjøgnum Eysturoyarunnilin ikki hægri enn hann var, bæði tá Vágatunnilin og Norðoyatunnlin lótu upp fyri ferðslu, sjálvt um hesar verkætlanir bert kostaðu brøkpartin av tí, sum Eystur – og Sandoyartunnilin kosta.
Prísirnir eru ásettir í mun til eina metta ferðslu.
Verandi prísir eru settir í mun til eina væntaða ferðslu uppá 5.000 bilar gjøgnum tunnilin um dagin. Hertil skal leggjast afturat lastvognar og bussar.
Tunnilsfelagið hevur tikið lán uppá 2,6 mia. kr.
Tunnilsfelagið skal hava umleið 175 mill. kr. í inntøkum um árið, fyri at felagið kann svara hvørjum sítt.
Tí eiga vit øll at taka lógvatak um Eysturoyartunnilin.
Øll eiga at koyra gjøgnum tunnilin.
Standa vit saman um tunnilin, ja, so verður ferðslan munandi hægri enn mett, og so verða prísirnir skjótari settir niður.
So einfalt er tað.
Fara vit hinvegin hvør í sínum lagi at mótarbeiða tunlinum, kann úrslitið lættliga gerast, at alt ov long tíð gongur, aðrenn prísirnir verða settir niður.
Annars skal politiska skipanin ikki leggja seg út í arbeiðið hjá nevndini fyri tunnilsfelagið. Nevndin fyri felagið hevur ábyrgdina av rakstri felagsins.
Uppgávan hjá nevndini er at syrgja fyri, at raksturin hongur saman, og at landskassin harvið sleppur undan at rinda undir ábyrgdini hjá landskassanum.
Christian Andreasen
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Greinin stendur á heimasíðuni folkaflokkurin.fo
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Petur Oluf Hansen - pionerur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Kokkurin er færeyingur

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Is Fake News a Myth?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Sjey nýggir býráðslimir

Louisa 30 ára starvsdag

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











