MÁLRÍKUR MÁNADAGUR 2021
Flestu filmar, ið koma á føroysku løriftini, eru á enskum ella donskum/skandinaviskum máli. Undir heitinum Málríkur mánadagur ynskja vit at ríka um filmsupplivingarnar í Føroyum við at vísa filmar á øðrum máli enn á høvuðsfilmsmálunum um okkara leiðir.
Tað skrivar Løgshøll á síni heimasíðu.
Avtala er fingin í lag við útlendskan veitara, ið hevur slíkar filmar sum sergrein, eins og flestu veitarar stundum hava filmar á øðrum máli ella við øðrum upprunalandi á skrá.
Tað finnast ein ørgrynna av filmum á øðrum málum. Summar søgur kunnu ikki týðast nóg væl til kendari filmsmál, men eru betur og sterkari á upprunamálinum. Eitt gott dømi er suðurkoreanski filmurin Parasite, sum vann fleiri Oscarvirðislønir í 2020, eitt nú fyri besta film.
Sum útgangsstøði verður Málríkur mánadagur annan mánadag í hvørjum mánaði.
logsholl.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











