Afturgjaldstíðin má leingjast
Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldnað av Landskassanum, men ikki nokk við tað - teir skulu harumframt eisini fíggja Sandoyartunnlin. Hetta hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum tunlunum hava goldið.
Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Noroyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst av brúkaragjøldum. Avgjørt var, at tunlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so at fáa teir goldnar aftur.
Helvtin er brúkarafíggjað
Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.
Norðoyatunnilin kostaði 395 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 160 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.
Eysturoyartunnulin gjalda fyri tveir
Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldnað av Landskassanum, men ikki nokk við tað - teir skulu harumframt eisini fíggja Sandoyartunnlin. Hetta hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum tunlunum hava goldið.
Afturgjaldstíðin má leingjast
Tað, sum undrar meg er, at hóast hetta ovurhonds stóra lán, so velur mann somu afturgjaldstíð, sum til hinar báðar tunlarnar - nevnliga 20 ár. Um vit samanbera við Danmark, so er afturgjaldstíðin á Femern Bælt-forbindelsen 28 ár, Oyrasundsbrúgvin 30 ár og Stórabeltsbrúgvin 37 ár.
Kunnu ikki bíða 20 ár fyri størstu nyttuna
Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum til ber, og tað fæst bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin - ikki einans tey múgvandi.
Eg eri sannførdur um, at bæði fyri borgararnir og landið sum heild, hevur tað størri týdning, at øll fáa gleði av tunlinum nú, enn at hann verður ókeypis at koyra í um eitt nú 20 ár.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Kokkurin er færeyingur

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Is Fake News a Myth?

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Sjey nýggir býráðslimir

Louisa 30 ára starvsdag

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











