Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein nýggjársheilsan frá Elsu og Poul Jóhan

Innanlands | 04/01-2021 14:30

Heilsanin var send í Kristiliga Sjónvarpinum IKTUS vikuskiftið 1 - 3 januar 2021.

Tað var Dronning Elisabeth II av Onglandi, sum brúkti orðingina ANNUS HORRIBILIS um ári 1992, sum royndist henni persónliga ræðuligt á so mangan hátt; og tí loyvdi hon sær, við nýggjársleiti 92/93 at lýsa hetta árið sum eitt ræðuligt ár, sum eisini er týdningurin av hesi latínsku útsagnini, ANNUS HORRIBILIS. Í eftirtíðini hevur latínska útsagnin verið nógv brúkt á mannamunni.

Tá tað kemur til ári 2020, so er tað við blandaðum kenslum vit hyggja afturá hetta ári, sum óivað verður lýst av fleiri, sum eitt ANNUS HORRIBILIS - fyri mong, av góðum og forstáðiligum orsøkum!

Tá vit komu inn í mars mánaða hugdu og lurtaðu vit eftir teim fyrstu tjøldrunum; vit væntaðu smálombini at koma, og í barmi okkara var vaknaður vársins songur við øllum sínum ljósu vónum um hugnaligar vár og summardagar, og stuttligar og spennandi familjuferðir út um landoddarnar.

Men so kemur grækarismessudagur, 12 mars, tá allir vár- og summardreymarnir burdu verðið kvitteraðir við teim fyrstu tjøldursklippunum og uttandura grækarishaldum um alt landið – men so varð ikki!!! Ístaðin varð fokusi sett á sjónvarpstóli, har okkara frægastu myndugleikar gjørdu sítt besta at kunna okkum og ávara okkum og vegleiða okkum um eina smittsama og vandamikla virus, sum var farin at gera um seg um allan heim – eisini her í Føroyum!

Hendan Grækarismessudag 12. mars broyttist gerandisdagurin hjá okkum øllum frá degi til dags. Onkur segði tað soleiðis: “Eingin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistir, tí tað var ikki sami dagur, ið vit vaknaðu upp til, sum dagurin, táið vit fóru til hvíldar kvøldið fyri 12. mars”

Bæði á tí andaliga, tí mentunarliga og tí vinnuliga økinum lukkaði landi totalt. Eingir vanligir fótbóltsdystir, eingin vanlig ólavsøka, eingi stórmøtir, eingi samfelagsmøti, ongar stevnur, ongar Gudstænastur, ongar summarlegur í Zarepta og Nesvík, og møtir í samkomum og missiónshúsum og sunnudagsskúlar var avlýst ein stóran part av árinum.

Afturat hesum vóru vit øll biðin um at halda avstand til hvønn annan, ikki at heilsa upp á hvønn anna, sum vit plaga, og helst vera innandura, og ikki vitja hvønn annan. Tey gomlu á ellisheimum sóu ikki síni avvarandi í fleiri mánaðir. Og fleiri av okkum sett í 14 daga karantenu.

Hóast vit her hjá okkum eru komin, samanbera vit okkum við onnur lond, væl ígjøgnum Corona og Covid19 kreppuna, so kenna vit tað kortini sum ein ófrættakendan dám, ið hevur ligið yvir gerandisdegnum bæði her hjá okkum og um allan heimin seinastu 9 mánanar av árinum, og ikki minst, tá hugsa verður um tað himmalrópandi stóra tal av deyðsføllum, sum Covid19 hevur tikið, á síni náðileysu spøkilsisferð um allan heimin – av sonnum eitt ANNUS HORRIBILIS 2020.
___________

Men nú er ljós fyri framman - Ógvuliga hóskandi og helst ikki tilvildarligt, so komu boðini um vaccinuna ímóti Corona júst á jólum, tá ljósið vinnur á myrkrinum, og táið vit við jólahátíðini hátíðarhalda, táið tað stóra ljósi kom inn í heimin, Sonur Guds, Jesus Kristus, sum Jóhannes ápostul lýsir á henda hátt í evangelii sínum 1,9v: “Tað sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.”

Á Statens Serum Institut í Keypmannahavn stóðu tey alspent tíðliga annan jóladag, og hugdu út fyri at síggja tann fyrsta farmabilin við politiescortu koma við fyrstu sendingini av Corona-vaccinu.

Og so kom bilurin við vaccinuni - og tað var ein ovurhonds stór gleði at merkja, tá journalisturin hjá TV2, Rasmus Tantholdt, hevði samrøðu við ein av høvuðspersónunum á Serum, sum tók soleiðs til orða: “Vit eru eins spent og restin av danska fólkinum. Vit hava staðið og eygleitt bilin meðan hann verður tømdur – á jú, vit eru ógvuliga spent og sera glað.”

Tey fyrstu eru longu vaccineraði bæði í Danmark, Onglandi og í Føroyum. Nýggjar kanningar siga, at 80 % av danska fólkinum er til reiðar at lata seg vaccinerað. Hetta er at gleðast um, tí tað krevur, at umleið 70 % av fólkatalinum verður vaccinera, so satt immunitetsverjan skal kunna gera verjugarð um tjóðina.
__________

Hetta eru góð tíðindi at fáa um jólini, og kann eisini javnmetast við eina góða almenna jólagávu. Tað er nokk ikki av tilvild, at hetta júst fellur saman við jólahátíðini, sum er hátíðin, tá vit minnast størstu gávuna, sum er skonkt mannaættini - tá Jesus varð givin mannaættini, sum tann frelsandi heilivágurin ella vaccinan frá syndum okkara. Sum tað eisini varð boðað av einglinum á sinni: “Maria skal eiga Son, og tú skalt kalla navn hansara Jesus, tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra!”

Onkur spurdi, um ein fór at lata seg vaccinera. Tá svaraði viðkomandi: “Vit hava biðið Várharra um hesa vaccinuna; nú kunnu vit ikki loyva okkum at ivast í gávuni, men taka ímóti henni sum frá Gudi!”

Tað er einki at ivast í, at Gud hevur loyvt hesi herviligu smittu at gera um seg um allan heim fyri at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa okkum um. Vit eiga at taka í egnan barm og viðganga, at vit frá tíð til aðra og á mangan hátt hava livað, sum Gud ikki er til í okkara lívi.

Tí eiga vit, tá ið vit, vónandi seinni í komandi ári, venda aftur til vanliga gerandisdagin og tað vanliga samfelagslívi, at geva Gudi æruna og tøkkina, og lata Son Hansara Jesus Kristus, sum givin var sum okkara persónliga bjarging fyri 2000 árum síðani, at vera Harri og Frelsari í okkara lívi, bæði hjá høgum og lágum.

Í trúnni á hann eiga vit vaccinuna móti herviligastu smittu, sum mannaættin hevur verið út fyri, men sum tað stendur skrivað hjá Esaiasi profeti kap. 53: “Tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar...........og við sárum Hansara eru vit grødd!”

Við hesum orðum fara eg og kona mín Elsa at ynskja øllum Føroya fólki eitt gott og ríkiliga vælsignað 2021! Ella, fyri at halda okkum til tað latínska, sum vit byrjaðu við: FELIX ANNUS NOVUS > EITT GLEÐILIGT NÝTT ÁR!

BØN:
Harri og Gud okkara í Himli!
Vit koma til tín í trúgv og fullari vissu, at tú hoyrir og lønar teimum, sum søkja teg.
Vit biðja fyri teimum, sum í landi okkara og um allan heim eru rakt av Covid19, og sum liggja einsamøll og stríðast.
Vit biðja um, at tú í tíni almakt kemur teimum nær við tíni hjálp og grøðing.
Vit takka tær fyri læknavísindin, sum nú hevur arbeitt seg fram til eina vaccinu ímóti hesi herviligu smittu.
Vit biðja um, at tú signar hesa vaccinu, sum hon í hesari løtu verður breidd út um allan heimin, og eisini her hjá okkum, at hon vil gera gott, og geva okkum vanliga gerandisdagin aftur.
Fyrigev okkum synd okkara, at vit so mangan hava livað okkum sjálvi, tá vit áttu at givið tær alla tøkk og okkara tænastu.
Hjálp okkum at liva í játtanina av tær sum Harra og frelsara, og sum tann, ið eigur Ríki, valdi og heiðurin.
Vit biðja í Jesus navn!
AMEN!


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi