Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Er makrelur í dós veruliga so heilsugóður?

Heilsa, Vísind | 26/05-2017 00:04

Nú hevur makrelurin enn einaferð verið undir sjóneykuni. Ikki í sambandi við kvotur ella fiskiskap, men í sambandi við heilsu.

 

Tað er viðskerin makrel í tomat, sum vit tosa um.

Granskarar vildu finna útav, um makrelur verður ávirkaður av teimum tilgongdum, hann skal ígjøgnum, frá tí hann verður fiskaður, og til hann stendur á borðinum heima hjá tær.

Tað var tikið atlit til smakk og føðsluvirði í hesi áhugaverdu kanningini.

Makrelur er, sum flestu føroyingar vita, eitt tilfeingi, sum er bundið at árstíðini, og sum harafturat verður fiskað í sera stórum mongdum. Tí slepst ikki undan, at makrelurin verður frystur og eisini lagraður. Granskarar hava tí kannað, um munur er á góðskuni á ferskum makreli og makreli, sum hevur verið frystur og konserveraður.

 

Hendan kanningin er ein partur av verkætlanini ProHealthPelagic.

Í kanningini var hugt at, hvussu væl tey heilsufremjandi evnini í makreli og sild verða varðveitt, tá tey verða viðgjørd á ymiskar háttir eitt nú salting, marinering, hitaviðgerð og frysting.

 

MR-scannari varð brúktur til at kanna fiskin

“Vit væntaðu at finna mun á hesum báðum ráðvørunum, og vit høvdu eisini væntað, at góðskan á fiskinum gjørdist nakað verri av sjálvari konserveringini. Millum annað tí at Omega 3 feittsyrur trána skjótt” sigur granskarin Revilija Mozuraityte, sum var við í verkætlanini.

Bæði góðskan á feittsyrunum, innihaldið av D-vitamin og proteinið í fiskinum, varð kannað. Eisini onnur evni vórðu kannað, tí tey broytast skjótt, aftaná at fiskurin er fiskaður, og eru tí ein góður mátistokkur fyri, hvussu ferskur fiskurin er.

 

Fiskurin er føðsluríkur og heilsugóður óansæð

Hóast gjøllar kanningar kundu granskararnir ikki vísa á stórvegis mun á góðskuni á makreli, sum hevði verið ígjøgnum tær viðgerðir, sum skulu til, áðrenn hann er viðskeri, og einum nýfiskaðum, ferskum makreli.

 

Niðurstøðan er greið

Makrelur í tomat er heilsugóður og fyrstafloks matur, óansæð um hann er viðgjørdur ella nýfiskaður.

Feitur fiskur, sum makrelur, er ein umráðandi partur av góðum gerandismati. Afturat Omega 3 syrum er D-vitamin eisini í makreli. Akkurát hendan vitaminin er sera viðkomandi fyri okkum føroyingar, tí at vit ikki fáa so nógv sólarljós.

 

 

Hormonórógvandi evni í dósamati

Fólk gerast meiri og meiri tilvitað um, hvat er í matinum, sum tey keypa. Tá vit tosa um dósamat, sleppa vit ikki heilt undan orðinum bisfenol, sum hevur verið nógv at hoyrt um í sambandi við m.a. makrel í tomat.

Her eru eisini góð tíðindi at hoyra. Fleiri og fleiri framleiðarar hava funnið aðrar loysnir til konservering enn hetta evnið, sum vit nú vita kann órógva okkara hormonskipan.

Sum dømi kann nevnast danska fyritøkan SÆBY, sum hevur gjørt sær ómak, so at vit kunnu keypa makrel í dós uttan at fáa eitrandi evni samstundis. Eisini kann nevnast Coop Anglamark, sum hevur tikið hesi evni úr sínum dósum.

 

Keldur:

http://kvickly.dk/vil-du-vide-noget-om-bisphenol-a-i-daaser/

http://www.saeby.com/vaerd-at-vide/kemikaliefri-produktion/

http://forskning.no/mat/2016/03/forsket-pa-nasjonalpalegget

 

 


Lagt út: Hansa Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi