DUGNANDI SJÁLVHJÁLPARBÓLKUR
Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni, og her kanst tú lesa greinina dugandi sjálvhjálparbólkar, sum er samrøða við Karin Mariu Djurhuus. Hon sigur millum annað, at tað er umráðandi, at avvarðandi fáa hjálp til at seta síni egnu mørk, tá ið tey eru fyri óvirðiligari atferð uttan at skula fáa ringa samvitsku. Her skal vera javnvág ímillum at seta sítt mark og samstundis vera ein stuðul hjá tí, ið hevur sálarsjúku. Vit mugu ikki ganga og sláa okkum sjálv á heysin og halda, at vit eru egoistisk, tá ið vit seta mørk. Tað ræður hinvegin um at ansa sær sjálvum fyrst fyri at kunna ansa einum øðrum, sum er raktur av sálarsjúku. Tú letur teg fyrst í tína egnu iltmasku, síðani hjálpir tú hinum, sum tey siga í flogfari.
Orð og mynd: Sonne Smith
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











