Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Innanlands | 10/01-2021 23:00


Nú saknar BSA 313 Sverra - 

Í kjallaranum hjá Sverra Mortensen, sála á Argjum stendur tann 82 ára gamla motorsúkklan hjá honum og leingist eftir sínum harra, sum átti hana í 76 ár. Anders And-nummarplátan, 313, er eitt tað kærasta minnið um Sverra, nú hann andaðist mettur av døgum, 98 ára gamal.

Tann 24. mai í 2008 var Sverri, 87 ára gamal, við fjølmentum ferðaliði, ið helt tvørturum Kunoy úr bygdini niðan á tað 830 metrar høga Kúvingafjall og oman eftir Skarðinum, men við skarðsmunnan helt Sverri seg ikki til at ganga úr avtoftaðu bygdini Skarði suður til Haraldsunds. Hann varð tí skjútsaður til bygdina.

Treiskur sum hann var, fór hann til gongu vikuna eftir av Skarði til Haraldsunds og endaði soleiðis ferðina í Kunoy. Ein ferð, sum hjá øllum hinum tók einar 11 tímar.

Fimm ár seinni, Kristi himmalsferðardag tann 9. mai í 2013 var Sverri, 92 ára gamal, við í motorsúkklu- og bilaferð inn á Nes, har tann dugnaligi heimildarmaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, greiddi frá kanónini, ið peikar út á Skálafjørðin, og tí gamla, søguríka prestagarðinum.

Eg sigi við Sverra: "Tú ert óførur! At fara aftur til Kunoyar." Og alt fyri eitt letur í honum á eyðkendum brosandi argjamáli: "Eg var so ungir tá."

Lat tað verða sagt, at lívið hjá Sverra var minni enn so altíð gaman. Hann bardi seg ígjøgnum sorg og harm, avbjóðingar, trupulleikar og sakn við Jobs toli. Altíð mildur og takksamur. Altíð blíður at koma inn til. Eitt tað besta, hann visti, var at fáa vinfólk á gátt í tí brøttu Heiðagøtu 2A á Argjum. Sverri tók so væl ímóti sínum gestum, at teir um neyðugt fingu hvør sínar skóleistar upp á føturnar, tá ið teir høvdu latið seg úr skónum í gongini hjá honum. Og so var tað kaffi og vinarbreyð, hugnaligt, mennandi prát um gomul minnir og søgur úr stóru verð, tá ið hann sigldi úti sum ungur. Her varð prátað um bilar og motorsúkklur, um ta drúgvu lívsleiðina millum mekanikk og motorar. Um sang og sangferðir tey mongu árini Sverri dugnaði kvartettini Teimum Fýra við síni vøkru rødd.

Sverri Mortensen møtti trúliga upp í Svimjihøllini í Gundadali hvønn gerandismorgun og svam sínar ásettu metrar, og aftaná geislaði hann sín eyðkenda hugna út í hvønn krók í hitarúminum.

Sverri fevndi við síni karismatisku medferð um øll ættarlið. Øll vóru trygg í hansara nærveru. Hann var sjálvandi heiðurslimur í felagnum Føroya Ellisakførum.

Flaggdagin koyrdi hann fremst á síni BSA 313, tá ið ellisakførini í stórum fylgi fóru sína siðbundnu ferð frá felagshølunum yviri við Strond í Havn oman í Tórsgøtu.

Tey seinnu árini, tá ið Sverri ikki longur fekk koyrt motorsúkklu sat hann fremstur í fylginum í Ford T-bilinum hjá Eiriki Lindenskov, inntil hann settist bundin í koyristóli heima á Argjum, tí nú orkaði hann ikki longur.

Hesin milt sagt dámligi argjamaðurin hevði altíð sítt hugnaliga heim opið.

Nú standa øll borglið víðopin í Himmiríki fyri Sverra Mortensen á Argjum.

Heilsan
Sonne Smith


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi