Helmingurin av kommununum partur av Talgildu Føroyum
Áleið 38.000 føroyingar eru fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar
Fyri jól gjørdu sjey kommunur avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Við í avtalunum eru 15 av 29 kommunum knýttar í talgilda undirstøðukervið. Seinastu kommunurnar at gera avtalu við Fíggjarmálaráðið eru: Vágs, Tvøroyar, Hovs, Skúvoyar, Kunoyar, Viðareiðis og Fugloyar kommuna.
Talgildu Føroyar hava nú samstarv við kommunur kring alt landið, frá høvuðsstaðnum til minstu kommunurnar. Áleið 38.000 føroyingar eru fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar.
Samanlagt rinda hesar kommunurnar 19 mió. kr. fyri menning í Talgildu Føroyum. Avtalurnar hava við sær, at kommunurnar um stutta tíð fara undir at menna talgildar tænastur til borgarar sínar á Vanganum. Tórshavnar Kommuna, sum gjørdi avtaluna í 2018, hevur longu fingið ment tænastur á Vangan.
Ein av stóru fyrimununum við eini felags menning er, at nógv kann endurnýtast – stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum. Hetta er eisini til stórt gagn fyri allar føroyingar, tí uttan mun til, hvar tú býrt, fært tú atgongd til talgildar tænastur á høgum støði, har trygd og skynsemi eru sett í miðdepilin.
- Eins og vegir og tunlar knýta oyggjarnar saman, knýtir talgilda undirstøðukervið føroyingar saman við nærleika, tryggleika og góðum samstarvi millum landið og kommunurnar. Vit eru væl ávegis einum talgildum vælferðarsamfelag, har allir føroyingar fáa atgongd til somu tænastur” sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Áhugin fyri loysnunum hjá Talgildu Føroyum er stórur. Síðan Samleikin og Vangin vóru tiknir í nýtslu í oktober í fjør, hava knapt 9.000 fólk skrásett seg sum brúkarar. Við nýggju avtalunum vænta Talgildu Føroyar, at áhugin fer at gerast enn størri.
Á www.samleikin.fo sært tú, hvussu tú fært Samleikan og ritar inn á m.a. Vangan.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











