Eldri og heilsuveik verða koppsett nú
Tíðarætlan er nú gjørd fyri koppsetingina næstu vikurnar. Gongst sum ætlað, eru fólk í serligum vandabólkum og øll oman fyri 85 ár koppsett, tá mars mánaði er úti, umframt ein stórur partur av teimum ímillum 75 og 85 ár. Landsstýrismaðurin fegnast um, at fólk nú vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar.
Í dag er koppsetingarætlanin í sambandi við koronufarsóttuna víðka, so hon fevnir um enn fleiri persónar. Somuleiðis er ein tíðarætlan gjørd fyri koppsetingunum næstu tíðina.
Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og landsins elstu borgarar, tá mars mánaði er runnin.
Landsapotekarin tekur tó fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.
Heldur tann forsøgnin, eigur tað at merkja, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá. Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir. Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga meira av vaksinu til føroyingar, tí vit hava fingið heilar kassar hvørja ferð.
Hesa vikuna fer koppsetingin av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum í gongd, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett. Síðani legst so líðandi afturat við øðrum bólkum.
Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út:
- Vika 53 – vika 2 (30. desember – 17. januar)
Starvsfólk í fremstu røð. - Vika 2 (11. – 17. januar)
Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði. - Vika 3 (18. – 24. januar)
Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka. - Vika 4 (25. – 31. januar)
Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3). - Vika 5 (1. -7. februar)
Perónar, ið hava fylt 85 ár. - Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
Endurkoppseting (annað prikið)
Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið. Tey í serligum vandabólki og avvarðandi teirra fáa boð frá læknanum, sum tey eru knýtt at í sjúkrahúsinum. Røktarkrevjandi fólk fáa boð frá eldrasamstørvunum, og heimabúgvandi, sum hava fylt 85 ár fara eisini at fáa boð frá sjúkrahúsverkinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er fegin um, at greiður leistur nú er fyri koppsetingargongdini fram eftir.
- Tað hevur serliga stóran týdning fyri fólk, sum eru eldri og heilsuveik, at tey nú vita, hvat tey kunnu rokna við, og at tað tíbetur ikki gongur so long tíð, áðrenn tey øll eru koppsett og vard ímóti koronu. Og so er at vóna, at optimistisku væntanirnar hjá danska heilsustýrinum fara at halda, so vit eru komin heilt á mál, tá summarferian byrjar hjá teimum flestu, sigur hann.
Mynd: Koppsetingarkalendarin er grundaður á fortreytirnar, sum eru galdandi í dag. Sambært ætlanini eru starvsfólk í fremstu røð, borgarar eldri enn 85 ár og fólk í vandabólkum liðugt koppsett í mars. Tá skal eftir ætlan eisini vera komin gongd á koppsetingina av restini av fólkinum.
Dagførd kunning og svar uppá spurningar um koppseting fyri COVID-19 sæst á www.corona.fo. Eisini ber til at ringja til Coronalinjuna á tlf. 30 40 40
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











