Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tað almenna er framvegis eftirbátur við lærlingum

| 26/05-2017 13:34
Mynd: www.starvsmannafelag.fo

Bara 15 lærlignar eru í læru á einum almennum arbeiðsplássi. Tað svarar til 0,06% av samlaðu arbeiðsfjøldini.

“Hóast fíggjarmálaráðharrin í 2013 tosaði alment um, at almennir stovnar skuldu fáa boð um at seta fleiri lærlingar, er í grundini einki hent á økinum. Heldur ikki eftir, at nýggja samgongan tók við.” Tað sigur Starvsmannafelagið í eini temagrein á heimasíðu felagsins.

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum fyrst í november í 2013, segði Jørgen Niclasen, formaður floksins og táverandi fíggjarmálaráðharri, at Fíggjarmálaráðið hevði sett sær fyri, at seta fleiri lærlingar. Í røðu síni til landsfundin segði hann millum annað, at næsta stigið fór at vera at seta almennum stovnum krøv um lærlingar.

Áheitan onga ávirkan
“Henda fráboðanin var í tráð við tað, sum táverandi fíggjarmálaráðharri hevði sagt, tá hann legði uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2014 fyri løgtingið, og hon var eisini í tráð við tað, sum ráðið hevði skrivað í einum brævi til landsins stovnar í november 2012,” sigur Starvsmannafelagið.

Í tí skrivinum staðfesti Fíggjarmálaráðið, at búskaparligu sveiggini høvdu havt ta ávirkan, at stovnsleiðslurnar høvdu verið afturhaldandi við at seta lærlingar seinastu árini, og í tí sambandi greiddi ráðið frá, at í landsstýrinum var semja um, at landsins stovnar áttu at taka inn fleiri lærlingar.

“Men hóast næstan fimm ár nú eru liðin síðan hesa útsøgn, er talið av lærlingum í almennum høpi ikki vaksin serliga nógv. Heldur ikki eftir, at Kristina Háfoss tók við sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum fyri næstan tveimum árum síðan,” sigur Starvsmannafelagið.

Felagið vísir á hagtøl, sum Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, hevur funnið fram til. Tey vísa, at arbeiðsføra fjøldin er 26.000 fólk, og at í almennum høpi eru bara 15 lærupláss. Tað svarar til 0,06% av arbeiðsfjøldini.

“Sambært Yrkisdeplinum vóru við árslok í fjør 774 aktivir lærusáttmálar, av teimum vóru 307 undirskrivaðir í fjør. Samlaða talið av lærusáttmálum svarar til trý prosent av arbeiðsfjøldini og talið av nýggjum sáttmálum í fjør svarar til 1,2 prosent av arbeiðsføru fjøldini,” sigur Starvsmannafelagið.

Felagið vísir á, at av teimum 307 nýggju lærlingasáttmálunum, vóru bara níggju sáttmálar gjørdir um skrivstovulærlingar í almenna sektorinum. Til samanberingar kann sigast, at privata vinnan gjørdi 26 nýggjar sáttmálar við skrivstovulærlingar.

Starvsmannafelagið fer ta komandi tíðina í fleiri greinum at varpa ljós á málið um manglandi lærlignar í almenna sektorinum.

 

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi