Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Kristiligar Tíðindasendingar
ALTJÓÐA BARNADAGUR - lyfti hjá Mette!
Lýsing
Lýsing

Ársfrágreiðing 2020 frá ADHD felagnum.

Innanlands | 13/01-2021 08:30

Hetta seinasta árið eru vit blivin nógv meira tilvitað um ADHD!

Nú árið 2020 er av, fara vit at taka samanum og seta sloyfu á eitt ár, har virksemi felagsins, sum vera mann, hevur verið nógv tarnað av korunu.
Hóast tað, so hevur nógv virksemi verið í felagnum. Vit hava m.a. fyri fyrstu ferð havt sjálvhjálparbólkar, heilar 5 í tali, og skipað fyri altjóða upplýsingarherferðini ADHD Awareness month, ið vit nevndu ADHDtilvit.

Viðurkenningin økist
Vit eru fegin um, at vit uppliva eina størri almenna tilvitsku um ADHD. Bæði tilvit, vitan og viðurkenningin økist í samfelagnum. Men enn seta fólk ikki ADHD ella ADD í samband við still børn, vaksin, eldri, vællærd og viðurkend fólk, hóast summi teirra stríðast á annan hátt og hava óviðgjørt ADHD.

Við at seta andlit á ADHD vilja vit í komandi ári halda áfram við at økja um almennu vitanina.

Samstarv er vegurin fram
Vit ynskja tætt samstarv við avvarandi ráð og stovnar, og tí royna vit at koma runt. Vit hava m.a. verið í Tórshavnar kommunu, hjá Landslæknanum, Landsstýrismanninum í mentamálum, Serflokkinum í Hoyvík, psykiatriini og tvær ferðir á fundi við Sernám.

Eisini hava vit haft framløgur á Læraraskúlanum og Sankta Frans skúla.

Serflokkar, fólkaskúlin og dagstovnar.
Eitt nýtt serflokkatilboð kom í Vestmanna í august, so nú eru í alt 8 integreraðir serflokkar í Føroyum umframt 4-10 tilboðið, eisini kallað Guli skúli, sum júst er flutt út á gamla Argjaskúla. Tað er sera gott, at vit hava ein serskúla úti á Argjum, har børnini hava góðar karmar og umhvørvi at læra og mennast í. Vit vísa áhaldandi politisku skipanini á, at í verki er hetta tilboð ein serskúli heldur enn serflokkar, tí skúlabørnini eru ikki partur av gerandisdegnum hjá hinum børnunum í Skúlanum á Fløtum.

Vit sendu opið bræv til avvarandi mynduleikar í juni um at finna intigrerað pláss til serflokkar á SáF, men tað arbeiði er ikki komið á mál. Eisini arbeiða vit framhaldandi við, at allir skúlar við 200 børnum og fleir fáa eitt serflokkatilboð.

Vit fegnast um, at eitt serstovutilboð til børn við ADHD og líknandi byrjar í hesum døgum á Býlingshúsinum á Flat. Okkum kunnugt, er hetta fyrsta líknandi sertilboðið innan dagstovnaøkið. Vit frætta fegin um onnur líknandi tilboð.

Í fólkaskúlanum og á stovnum ynskja vit hægri fakliga vitan og nógv meira vitanardeiling. Lærarar og námsfrøðingar rópa neyðarróp, tí teir hava ikki førleikar og umstøður at undirvísa børnum við ADHD.
Vit hava kært okkara neyð í fjølmiðlunum og fyri landsstýrismanninum í mentamálum um manglandi fakliga vitan, umstøður og amboð. Umframt at Sernám bert í sera fáum førum veitir nøktandi tænastu.

Tí mæla vit til, at øll skipanin verður endurskoðað!

Tað er okkara kensla, at tað er gagnligari og nógv týdningarmiklari, at sernámsfrøðin er fastur partur á skúlunum, og ikki einans kemur inn sum konsulent.

Á førleikaøkinum innan flest økir eru Føroyar eftirbátar. Hettar er mál, vit fara at arbeiða við.

Politikkur
Í summar og aftur á fíggjarlógini fyri 2021 varð meira peningur settur av til ADHD klinikkina. Vit vísa politisku skipanini á, at øll tey, ið eru útgreinað privat, eiga at verða innslúsað í okkara felags heilsuverk sum skjótast.
Vit fegnast eisini um, at vælferðarlógin er samtykt og fregnast eftir at vita, nær okkara børn koma í “ta góðu tilgongdina”.

Vaksandi bíðilistarnir til útgreiningar vitna um øktu viðurkenningina. Tí viðurkenningin er treytin fyri, at søkt verður um hjálp. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo hevur lovað, at bíðitíðin skal verða í mesta lagi 30 dagar. Vit fylgja neyvt gongdini, tí sera sera langt er á mál. Tann eina milliónin, ið økið er uppraðfest við í 2021, er als ikki nóg mikið til, at ADHD klinikkin á psykiatriska deplinum kann koyra sum ætlað við 5 fólkum í starvi.
Vit ræðast tí, ið Súsanna Reinert Petersen, yvirlækni í Barna- og ungdómspsykiatriini, segði fyri jól; at bíðilistin hjá teimum 300 børnunum til barnapsykiatriina er longdur úr 2 mánaðum og heilt upp 1 ár, tí tað ikki er nóg nógv fígging.
Nú má samgongan halda orð – 30 dagar viðgerðartrygd!

“Skulu nú øll hava ADHD?”
Hettar er ein ofta hoyrdur, men eisini sera viðkomandi spurningur, tí hví er alt ADHD nú? Stutta svarið er, at tað er eitt paradigmuskiftið farið fram. Tað merkir, at tað nú er vísindaliga prógvað, at læknavísindin kann veita viðgerð og hjálp til fólk, ið hava avbjóðingar við uppmerksemi og impulsstýring. Hetta var fyrr nakað ið ikki kundi viðgerast. Hagfrøðiliga hava, sambært WHO, 5% av øllum børnum og 2,5% av vaksnum ADHD. Tí vita vit, at tað ganga millum 500 og 1000 føroyingar enn við óviðgjørdum ADHD. Økta tilvitið fer óivað at hava við sær, at tey, ið tørva hjálp, fara til útgreining og fáa staðfest ADHD. Hetta kann tykjast sum nógv ísenn, men vit vita, hvussu nógv tað hjálpir fólki at fáa diagnosu og hjálp, og tí er tað sera gott, at øll við ADHD fáa tað staðfest.

Hagfrøðin vísir, at fólk við óviðgjørdum ADHD liva 15 ár styttri, fáa munandi oftari fylgisjúkur so sum tunglyndi og angist, sjálvmedisinera seg og hava vánaligari lívsgóðsku. Hettar bøtir staðfesting av diagnosuni væl uppá.

Danski Rockwoll fondurin kom í 2014 við einum tali, har óviðgjørt ADHD kostar danska statinum uml. 3 mia um árið. Tí hevur tað eisini sera stóran samfelagsligan fíggjarligan áhuga at fáa fólk í viðgerð.

Við at seta tíðliga inn við viðgerð, tillagingum, sálarfrøðiligari og námsfrøðiligari hjálp og lívslangari vegleiðing, ber til hjá fólkum við ADHD at koma seg so væl, at tey fáa eitt líka gott lív sum onnur, og koma at kasta tað sama í samfelagið sum onnur.

Januar: Nýggj hølir, ráðstevna og ADHDrundferð
Árið byrjaði við, at vit fingu skrivstovuhølir í MEGD húsinum í Vesturbýnum í Havn, sum eisini kann hýsa nevndararbeiði, sjálvhjálparbólkum og minni tiltøkum. Skrivstovuna leiga vit saman við Alzheimersfelagnum.

Vit skipaðu fyri fullteknaðaðari fakligari ráðstevnu í januar við donskum fyrilestrarhaldara við heitinum ADHD og arbeiðsmarknaðurin, har undirtema var “Hvussu kunna vit tryggja eitt gott og langt arbeiðslív”. Yvirlýsingin varð gjørd og kann síggjast á adhd.fo.
Eisini sendu vit fyri fyrstu ferð tvey ung til Finnlands at umboða felagið í stórari norðurlendskari ráðstevnu, sum Norðurlandaráðið skipaði fyri.

Vit kláraðu at halda ta næstu av íalt seks ætlaðum ADHDrundferðum í kjokkfullari Eydnu á Oyrarbakka í januar. ADHDrundferðin, sum skuldi verða í mars í Klaksvík, mátti útsetast vegna koronu. Vit gleða okkum at taka tráðin uppaftur, tá tað er ráðiligt.

Mars: Sjálvhjálparbólkar
Fyrst í mars byrjaðu 4 sjálvhjálparbólkar fyri ávikavíst vaksnum, børnum, foreldrum at børnum og foreldrum at ungum. Ein vaksnamannabólkur byrjaði eftir summarfrítíðina og hava vit sostatt gjøgnumført heili 5 bólkar við umleið 43 fólkum. Hettar er eitt stórt og týdningarmikið fet fyri felagið. Bólkar byrja aftur í seinast í januar og til ber at lesa meira um teir á adhd.fo.

Mai: Aðalfundur
Fitt av limum vóru komnir til aðalfundin í maimánaða. Nevndin vaks úr 4 uppí 6 nevndarlimum umframt tveir tiltakslimir á aðalfundinum í maimánaða. Sostatt eru fleiri hendur at taka í, og fjølbroytta virksemi felagsins er betri tryggjað. Limatalið er vaksið við næstan 80 limum, og eru vit nú fleiri enn 170 limir.

Oktober Awareness month:
ADHDtilvit, sum vit hava valt at kalla herferðina, er afturvendandi altjóðað tiltak, har ynski er at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD. Hetta varð gjørt við 5 podvørpum um ymisk evnir, sum so vóru víðari viðgjørd í 5 fylgjandi vikuskiftissosialum. Mánaðurin endaði við, at vit góvu eina væluppiborna ársins ADHD viðurkenning til Juliu Feilberg Zachariassen, fyri sítt nærverandi, fakliga og áhaldandi arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum.

Fjølmiðlar
Aftur í ár hava vit luttikið aktivt í almenna kjakinum bæði í bløðum, sosialu miðlunum og KVF. Okkara fylgjaraskari vaksur alsamt, og nú hava vit 2545 fylgjarar á Facebook, har vit javnan posta ymiskt. Heimasíðan verður eisini dagførd javnan.

Seta andlit á ADHD!
“Løgtingsmaður hevur ADHD” stóð á forsíðuni í Sosialinum, tá løgtingsmaðurin Erhard Joensen so hegnisliga og innarliga greiddi frá sínari diagnosu. 4 aðrar greinar við ymsum temaum og vinklum komu fylgjandi vikur, sum partur av herferðini ADHDtilvit.
Ein áhugaverd grein er í nýggja blaðnum hjá MEGD, har ein dulnevnd dama greiðir frá, hvønn týdning luttøkan í sjálvhjálparbólkinum hevur haft.
Blaðið hjá Sinnisbata hevði eisini tema um ADHD, har Asger Kristian Eið Karinarson fortelur sína søgu.

ADHD er ein dimensionel diagnosa, ið er torfør at fata og kenna. Hevur tú hitt einum persóni við ADHD, so hevur tú hitt einum persóni við ADHD. Eingin er líka, og tí royna vit at fáa ymsar lívssøgur fram. Nógvar søgur eru enn heilt ósagdar og vit vóna, at miðlarnir framhaldandi vilja verða við til at lýsa hesar søgur.

Innarlig tøkk til stuðlar
Fleiri fyritøkur hava stuðlað okkum í árinum við størri og smærri upphæddum. Vit fingu 60.000 kr frá Skótahjálpini til sjálvhjálparbólkar til børn og ung. Betri samtakið lat okkum annað árið á rað adventsgávu á 50.000 kr. Articon stuðlar við 20.000 kr og Lions og Tórshavnar kommuna við 10.000 kr. Formula stuðlaði við 5.000 kr. MEGD hevur veitt lutvísa fígging til fleiri størri og minni átøk og tiltøk hjá felagnum gjøgnum árið.
Túsund takk til allir okkara stuðlar.

Mál fyri 2021
Vit eru sera takksom fyri, at so nógv framstig henda nú. og her eru nøkur av okkara málum fyri komandi árið:

Skjóta útgreining av børnum og vaksnum.
Eina fullfíggjaða ADHD klinikk fyri alla familjuna.
ADHD vegleiðaraútbúgving stovnsetast og breiða førleikamenning
At sernámsfrøði er kravd lærugrein hjá lærara- og námsfrøðilesandi
At ADHD felagið fær eina ADHD ráðgeving setta á stovn
Rúmligan arbeiðsmarknað
Starvsvenjing í samstarvi við Dugna o.ø.
At fáa umboðan í arbeiðsbólkum o.líknandi

ADHD er eitt neurologiskt arvaligt ólag, sum kann raka allar familjur, og sum ikki spyr eftir sosialum statusi ella inntøku. Okkara samfelag verður alt meira krevjandi, torført og innviklað, og tað megna fólk við ADHD verri og verri at klára seg í.
Tí má ADHD verða ein tilvitaður partur í øllum skipanum og stovnum í samfelagnum.

Hjartans tøkk – saman megna vit!
Vit vilja takka starvsfeløgunum í nevndini fyri avbera gott og gevandi samstarv. Saman vilja vit takka limunum fyri dyggan stuðul og MEGD fyri holla ráðgeving, stuðul og sparring eins og øllum privatum fyritøkum, sum hava stuðlað við peningagávu. Kommunum fyri samstarv og stuðul. Serlig tøkk til teir politikarar, sum áhaldandi arbeiða fyri ADHD í Føroyum. Øll á Psykiatriska depilinum, barnapsykiatriini og Almannaverkinum, takk fyri sparring og gevandi luttøku á okkara tiltøkum.

Ein serlig tøkk til øllum tykkum, sum taka eina serliga hond um fólk við ADHD og sum á onkran hátt kasta í arbeiðið fyri, at tað skal verða betri at liva við ADHD í Føroyum.

At enda vilja vit ynskja øllum eitt gott nýggjár.

Nevndin í ADHD felagnum

Bjørg Dam, forkvinna
Anna Nolsøe Joensen
Poula Paturson
Maiken á Mýruni
Edmund Djurhuus
Anne Sophie Nordendal
Asger Eið
Karolina Lágberg


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Toskur leypur á æðublik
Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar
Bjarni
Petur Oluf Hansen - pionerur
Fara nú á kalvaveiðu
Kokkurin er færeyingur
Is Fake News a Myth?
Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt
World watch list 2021
Dúvugarðar
Samgonguskjalið er grund­arlagið undir samgonguni
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021
Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði
Vápn – broyttur praksis hjá politinum
Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu
Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen
Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy
Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?
Sjey nýggir býráðslimir
Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión! 
Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo
Stroyming av jarðarferð 19. januar
Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030
HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Kristiligar Tíðindasendingar
ALTJÓÐA BARNADAGUR - lyfti hjá Mette!
Nýggjastu tíðindi