Hvørjar ætlanir eru við Gomlurætt?
Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum skrivligan fyrispurning um ætlanirnar við Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu.
Havnin í Gomlurætt verður nýtt av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við farleiðirnar í Sandoynna og Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur og tikin í nýtslu, er Hestleiðin einsamøll eftir um at nýta Gomlurætt sum samferðsluhavn.
Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, spyr tí Jørgen Niclasen, hvørja ætlan landsstýrið hevur við havnini í Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
- Nú nýtslustigið fer at minka munandi, er tað viðkomandi at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja, at samfelagið eisini í komandi árum kann fáa ágóðar av havnarlagi og lendi, sum standa mát við íløguna og við inntrivið, ið gjørt er í lendið, sigur Heðin Mortensen.
Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina í Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 mió kr. at byggja. Tórshavnar Havn leigar sum er ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











