Pison komin á Klaksvík.
Á middegi kom ”nýggi” Pison á Klaksvík. Skipið skal avloysa gamla Pison, sum er mettur av døgum.
Vegna koronu, var eingin almenn móttøka og fólk sluppu ikki umborð. Kortini var nakað av fólkið á bryggjuni tá teir løgdu at..
Skipið er bygt í Vági í 1987 og kallaðist tá Vestfart. So nú kemur eitt fyrrverandi føroyskt skip aftur á gamlar og kendar leiðir.
Skipið er 40 metrar langt og 9 metrar breitt og lastar umleið 245 tons. Hóast skipið er frá 1987, so er tað í góðum standi.
Høvuðsmotorurin, ein 1000 hestar Grenaa er frá 2002, og báðir ljósmotorarnir og generatorarnir eru frá 2013 og frystaríið er frá 2017.
Eyðstein Sørensen og Kósin eru høvuðseigarar og Eyðstein verður skipari.
Sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Pison.
Sí myndir her: www.facebook.com/sjomansmissionin
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











