KvF - Meira tilfar til børn í Føroyum
Kringvarp Føroya hevur seinastu tíðina verið í samráðingum um rættindi til fleiri sendingar til børn.
Eitt av málunum, sum Kringvarpið hevur sett sær fyri, er at útvega rættindi til fjølbroytt barnatilfar. Tað hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa avtalur í lag við framleiðarar úti í heimi, so Kringvarpið fær rættindi at týða og leggja føroyskar røddir til barnarøðir.
Kringvarpið hevur keypt rættindini til Peppa Pig, P.J.Masks, Fireman Sam, Sarah & Duck, STOPP og Mouk. Harumframt er fingin í lag avtala um allar søgurnar eftir Astrid Lindgren, soleiðis at eitt nú Pippi, Brøðurnir Leyvuhjarta, Emil í Lønnebergi og aðrar røðir kunnu vísast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Kringvarpið hevur eisini gjørt avtalu um stórfingnan jólakalendara, Stjørnudust, at senda til jóla.
Kringvarpið er í innleiðandi samráðingum um aðrar vælumtóktar barnarøðir, men nú verður arbeitt við at týða alt tilfarið og fáa tað føroyskað. Hetta tekur tíð, men seinni í ár verður klárt at vísa.
- Stóru altjóða stroymingtænasturnar seta av álvara føroysku mentanina undir trýst, og tí er av stórum týdningi, at føroysk børn hoyra føroyskt mál. Tað er okkara uppgáva sum stovnur, at børnini fáa gott og fjølbroytt barnatilfar á føroyskum, og ta uppgávuna taka vit í álvara, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri.
- Føroysk børn mugu síggja tað, sum tey síggja á altjóða rásum og stroymingtænastum á føroyskum. Royndirnar vísa, at hóast hetta er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið, so ber tað til, hóast Kringvarpið er ein lítil stovnur og Føroyar eitt lítið land, sigur Kári Sólstein, leiðari á Mentan.
Umframt útlendskar røðir verður eisini farið í gongd aftur við at framleiða vælumtóktu barnasendingina ‘Sakin’, og barnarøðin ‘Hví eru vit her?’ við Ævintýraferðini verður liðug seinni í ár. Ætlanin er eisini at fáa sett í gongd aðrar føroyskar barnasendingar í 2021.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











