Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?
5. januar var eitt innslag í Degi & Viku, har Uni Holm Johannesen, tíðindamaður, hevði eina samrøðu við formannin í yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, um ætlaðu lívfiskastøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.
Í samrøðuni sigur Henrik Møller m.a., at “placeringen er i et område, hvor der er ubeboet”, og “vi har anmodet ansøgeren [Bakkafrost] om at ændre projektet således, at bygningen ikke er alt for dominerende”.
Í Degi & Viku-samrøðuni sigur formaðurin í yvirfriðingarnevndini eisini, at “ vi har også været inde på, at ansøgeren muligvis kan bruge græstag, så lívfiskastøðin bliver noget camoufleret – nogle bakker og planter på taget muligvis”.
Uttan at fara inn í viðgerðina um flagtak, trø og plantur á takinum, so sigur tað seg sjálvt, at eitt flagtak, sum er 13.000 fermetrar (á stødd við reiðiliga tveir fótbóltsvøllir), drekkur nógv vatn í seg. Tað vigar óteljandi tons, og mær er sagt, at eitt slíkt tak drekkur 2.500 tons av vatni í seg.
“Nei, góð sødi, hvat ert tað Møller sigur”, hevði sandingurin sagt.
Bakkafrost, sum hevur fleiri hundrað fólk í starvi, kundi eins væl lagt sína nýggju lívfiskastøð í Rituvík, á Selatrað ella aðra staðni, sum er nærri teirra virksemi, men felagið hevur valt at fara í Sandoynna við støðini.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur fleiri ferðir úttalað seg til miðlanar, at felagið hevur ta strategi at menna allar Føroyar. At fara til Skálavíkar er ein liður í teirri ætlanini, hugsi eg mær.
Skal Sandoyggin mennast, so má yvirfriðingarnevndin taka seg um reiggj, seta seg við borðið og ikki bara “anmode ansøgeren om at ændre projektet”. Hetta er ikki fyrstu ferð, at nevndin í alt ov stóran mun situr við krossløgdum ørmum og “anmoder ansøgeren om” við tí úrslitið at málið bara dregur út – tí “anmode” hevur við sær, nú skal aftur fundast og teknast og fundast og bíða og aftur bíða ...
Eg fari at heita á nevndarlimirnar í yvirfriðingarnevndini: farið við fyrsta toki til Skálavíkar, fái eina semju við Bakkafrost og Skálavíkar kommunu um nýggju lívfiskastøðina, so partarnir koma víðari – hetta ber ikki til, harra formaður.
Sjálvandi skal Yvirfriðingarnevndin, sum er sett sambært § 11 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, taka atlit, men fáið so eina semju um tað.
Í lógini stendur, at yvirfriðingarnevndin staðfestir ella broytir avgerðir, tiknar av lokalu friðingarnevndunum, og tekur støðu til umsóknir um undantøk frá lógini og mál um náttúrufriðing.
Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?
Lívfiskastøðin er mett at kosta 200 mill krónur. Eitt frambrot fyri Skálavík, eitt frambrot fyri Sandoynna og fyri allar Føroyar. Eftir tí, sum kom fram í Degi & Viku tann 5. januar, so sær út til, arbeiðshátturin hjá yvirfriðingarnevndini møguliga fer at taka framtíðardreymin frá Skálavík og allari Sandoynni.
Lívfiskastøðin liggur soleiðis fyri, at hon ikki sæst úr Skálavíkar bygd. Fyri at síggja ta lidnu lívfiskastøðina, so mugu fólk fara til sjós – við Smyrli ella bara á flot.
Talan er sostatt um bygging, sum á ongan hátt fer at skemma bygdina Skálavík. Støðin er løgd uttanfyri bygdina, just tí hon ikki skal skemma í bygdini. Tað eigur yvirfriðingarnevndin at skilja og fáa eina semju uppá plass.
Birgir Waag Høgnesen
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











