Upptøkusamrøður er ikki góð loysn
- Um Fróðskaparsetrið skuldi havt samrøður við øll tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, so vóru vit noydd at umskipa tíðarkarmin, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya14. januar 2021
Eitt sjónarmið, ið hevur verið frammi í seinastuni, m.a. í Skúlablaðnum, er, at øll tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, eiga at koma til eina samrøðu, soleiðis at ein møgulig lestrarupptøka ikki bara verður mett út frá próvtalinum, men eisini verður mett út frá einari heildarmeting av persóninum. Grundfatanin handan sjónarmiðið er hon, at ein er betur førur fyri at meta um, hvussu væl skikkaður persónurin er til námsfrøðiligu og samskiftisligu partarnar av lærarayrkinum við at hava eina samrøðu. Ein onnur fortreyt fyri sjónarmiðnum er, at ein bólkur av møguligum væl egnaðum framtíðar lærarum dettur niður ímillum, tí hesi ikki hava neyðugu próvtølini fyri at koma inn á útbúgvingina.
Les meira her: http://skulabladid.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











