Tíðin við barsilspeningi longd fýra vikur
1. januar varð tíðin við barsilspeningi longd fýra vikur hjá foreldrum at børnum, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni. Vikurnar koma aftur at vikunum, sum foreldrini eiga til býtis.
Soleiðis eru broytingarnar
- Foreldur at einburum fara úr 30 upp í 34 býtisvikur eftir føðidag.
- Foreldur at fleirburum fara úr 34 upp í 38 býtisvikur eftir føðidag.
- Foreldur at ov tíðliga føddum børnum fara úr 38 upp í 42 býtisvikur eftir føðidag.
Ongar broytingar eru gjørdar hjá ættleiðingarforeldrum.
Vikurnar verða sjálvvirkandi lagdar afturat hjá teimum, sum eiga tær
Hetta er tí, at tá ið føðidagurin hjá børnum teirra verður skrásettur, verða vikurnar skrásettar samstundis. Neyðugt er tí ikki at geva Barsilsskipanini fráboðan um longt farloyvi.
Tvær aðrar broytingar eru eisini gjørdar í lógini
Onnur er, at inngjaldið í Barsilsgrunnin er hækkað úr 0,71% upp í 0,86%.
Hin er, at nú skulu kærur um avgerðir, ið tiknar eru sambært barsilslógini, sendast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Hátíðarhald á Lambareiði

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











