World watch list 2021
Á hvørjum ári ger Open Doors ein lista yvir tey 50 londini í heiminum, har forfylgingin móti kristnum er størst. Hesin listi verður kallaður World Watch List.
Mikudagin varð World Watch List fyri 2021 almannakunngjørdur. Tølini vísa, at meira enn 340 mió. kristin verða forfylgd. Forfylgingin hevur ongantíð áður verið so stór. Norðurkorea liggur aftur ovast á listanum. Norðurkorea hevur ligið ovast í 20 ár. Nigeria er tað einasta nýggja landið á top 10. Orsøkin er, at militantir islamistar stýra norðara parti av landinum. 3500 kristin vórðu dripin í Nigeria í 2020. Á myndini sært tú listan yvir londini, har forfylgingin er størst.
Síggj allan listan við at trýsta á leinkjuna:
https://www.opendoors.dk/world-watch-list-2021
Open Doors er ein felagsskapur ið stuðlar forfylgdum kristnum í londum, har tað er stór forfylging móti kristnum minnilutum.
Kelda: Facebook hjá Open Doors Føroyar
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











