Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið robottarm
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið spildurnýggjan robottarm, sum skal styrkja endurvenjing av ørmum og hondum. Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á føroysku sjúkrahúsunum.
Tá ið fólk fáa eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan, kunnu tey millum annað uppliva, at tey verða meira ella minni lammað í einum armi, og tá skal armurin venjast uppaftur. Hetta verður gjørt við venjingum hjá fysioterapeutum og ergoterapeutum og við sjálvsvenjing. Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av øvilsum, og hesum kann robotturin hjálpa við.
Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grovmotorikk og fínmotorikk í ørmum og hondum.
Tøknin er háttað soleiðis, at armurin, sum skal venjast, verður lagdur í robottarmin, og so ber til at gera ymisk øvilsi, alt eftir hvør tørvurin er. Ein skíggi gevur fólk ymsar avbjóðingar – at líkna saman við telduspøl – og tað kann virka motiverandi, samstundis sum tað ber til at skjalfesta gongd og framgongd í venjingunum.
– Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara dugnaligu starvsfólk fáa nú eitt framkomið amboð at brúka í teirra arbeiði, og tað fer at koma sjúklingunum til góðar, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Fakfólkini, sum vanliga taka sær av endurvenjing, koma at standa fyri venjingunum í robottarminum.
(Myndir: Petur Martin Solmunde)
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 10. mars kl. 19.00

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Hátíðarhald á Lambareiði

Í dag kl. 14 sendir Radio.fo LIVE úr Sandavági

Niðursetumenn á Morskranesi

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











