Toskur leypur á æðublik
Hósdagin í farnu viku fingu vit forkunnuga filmsupptøku av einum toski, sum leggur eftir einum æðubliki í Haraldssundi. Á upptøkuni sæst toskurin leypa á og gloypa um hálsin á æðublikinum í eini 10 sekund. Tað kemur meir enn so fyri, at fiskur etur fugl. Mann hevur fleiri ferðir funnið fugl í fiskamaga. Í fjør var bæði lundi og havhestur funnin í havtaskumaga, sum varð fiskaður á Føroyabanka. Eisini er merktur kjógvi og rotta funnin í toski. Hetta er tó fyrstu ferð, sum vit vita um, at upptøkur eru fingnar av toski, ið beinleiðis leypir á fugl.
Upptøkurnar eru tiknar í sambandi við eina verkætlan, sum Havstovan hevur um nebbasild og tosk á innaru leiðum. Verkætlanin inniber at gera upptøkur ein tíma í senn á ymsum plássum runt um landið. Útgerðin, sum verður nýtt, nevnist stereo Baited Remote Under Water Surveillence (sBRUVS) og nýtir tvey filmsupptøkutól at taka upp við. Við stereophotogammetry ber til at máta longdina á fiski, sum svimur framvið. Hesin toskurin, sum leggur eftir æðublikinum, er máldur at vera 83 cm langur.
Til ber at fylgja verkætlanin á instagram @nebs.cod, har myndir og filmsbrot javnan vera løgd út.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Bilurin handaður vinnaranum

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Tekning til familjulegur 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











