Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Lýsing
Lýsing

Bjarni

Innanlands | 18/01-2021 20:55

Um allan heim stríðast fólk við at fáa hóskilig leiktjøld upp at standa og at sita væl, men hesum hava tey, sum búleikast norðantil á Eysturoynni, ikki havt tørv á. Umframt einastandandi flottu bygdaløgini, hevur Skaparin givið teimum eina kulissu, sum ikki finst vakrari nakrar staðir. Ei dáni í at listafólk og avtakarar í myndum trívast so væl í hesum umhvørvinum. Bara at síggja Kallin í skiftandi litbrigdum, akar tú til Elduvíkar, Funnings ella til Gjáar, er bót fyri sálina og ivaleyst eitt akker hjá teimum, sum í øldir hava verið partar av hesi guðabornu sjón.

Hóast eg fyrstu ferð var í Elduvík í 1968 – 12 ára gamal – hetta var áðrenn vegur kom til bygdina, og javnan havi verið har síðan, hevur starvið hesi seinastu 5 árini viðført, at vitjanirnar gjørdust títtari og øðrvísi. Somuleiðis í øðrum bygdum. Hóast ein ikki var teirra bygdarmaður, so rann saman, táið ein kommuna støðugt eigur at vita hvør tørvurin er á ymsum økjum, og hesum kunnu bert tey, sum eru partar av lokala jørðildinum, siga tær. Burturúr hesum renna upp persónligar alliansur.

Alt sum vit fáast við er í tøkum tíma. Tórður var á túri í Elduvík í mai mánaða 2015, og síðan hevur fellið verið stórt. Tí var tað í tøkum tíma, at hann fekk eina frálíka vangamynd av bygdini tann dagin. Síðan eru Erling og Jógvan, synir Joels, farnir, Malvinus er farin og nú Rasmus hjá Jákupi Emil gjørdi vart við seg á tráðnum leygarmorgunin, kundi eg bara ætla hvørji ørindini vóru. Bjarni Garðshorn hevði lagt árarnar inn sjeyti ára gamal.

Havi eg onkuntíð tørv á at stressa av eina løtu, seti eg meg í bilin og seti kósina norður til Elduvíkar. Umframt øll tey persónligu sambondini við bygdina, frá gamlari tíð, kennist tað friðsamt og lívgandi at koma um eingjargarðarnar, at hitta hesi fólkini, sum tykjast vera meiri í javnvág í sær sjálvum og við kringumstøðurnar enn hesi, sum brúka alla sína tíð at renna í hølunum á ongum og einari vælferð, sum ongantíð gerst nóg rúgvismikil. Ja, tað kennist sum at flyta seg nøkur ár aftur í tíð.

Bjarni var ein teirra. Tíðum var hann á máltráðnum og ofta møttust vit annahvørt í skúlanum ella í stovu hansara, og nú farsóttin herjaði samskiftu vit umvegis gluggan, har hann oftast var at síggja í seinastuni - við kikaranum undir liðini. Hann var góður eygleiðari og fylgdi ómetaliga væl við – á smærri og størri mótum. Tað hevur heldur ongantíð staðið á hjá kommununi, at fáa elduvíkskingarnar at taka sær av smærri verkætlanum í bygdini. At halda skil á skúlanum, at taka ímóti ferðafólki, eisini teimum sum komu á gjónna av ferðamannaskipum á Funningsfirði, og at halda kommunala nátthúsið í hóskiligum standi. At sita undir anganum frá søgunum úr bygdini – tað var eisini balsam fyri sálina.

Bjarni var hegnismaður, hann dugdi alt við hondunum, og tað bar til at tosa við hann um alt, hann var positivt forvitin, hevði orðið í sínum valdi, tí var tað gevandi at práta við hann. Ein dagin hann skuldi vísa mær okkurt, sum hann hevði evnað til úr egnum hondum, í fínaru stovuni, fekk eg varðhugan av, at førningurin kom ikki úr ongum. Bókareolirnar søgdu frá manni, sum ikki las uppá hvamsvís, haðan kom ein partur av førninginum. Eini hús eru oftast spegilsmynd av teimum sum búleikast í teimum.

Umframt so nógv annað átti Bjarni í sær ein magnfullan humoristiskan sans, og føroyingum so líkt, dugdi hann eisini at smíða góðar søgur, sum høvdu nógvan látur við sær. Tveir tímar í skúlanum ella í stovu hansara, saman við øðrum bygdarmonnum, Dániali Martin, Erlingi og Annfinni, standa fyri mær sum leskandi løkir, og serliga eftir at Marmennilin var komin í stropa, vóru Rasmus og Rodmundur ofta partar av selskapinum. Bjarni kveikti øgiligt standmyndini viðvíkjandi, og gott var tað, at hann úr stovuglugganum kundi síggja fólk úr øllum landinum koma til bygdina tann dagin, hetta vælaverkið hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað.

Tað hevur leingi verið sjónligt, at støðan stóð við og versnaði. Tá neyðugt er við “erstatningi” úr trýstfløsku, fyri at hjálpa andadráttinum, er komið at mørkum. Hann royndi nakrar túrar á henda hátt við eyðkenda berlingo-farinum, og hóast kátur, táið tú møtti honum her úti á leiðini, í ørindum, so var greitt, at nú fór skjótt at standa upp og niður frá kabularhjólinum. Nakrar mánaðir hevur hann verið á Sjóvarlon á Strondum, eitt av heimunum hjá Roðanum, og hóast frágera góða røkt orkaði hann ikki meiri.

Ein hugfarslig rødd er tagnað – ein stásmaður er fallin. 

Mátti Hann, ið øllum valdar, tikið sær væl av tær í himneska bústaðnum.

Hvíl í friði góði vinur.

tórbjørn jacobsen


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku
UDB í Vági meira opið
Bóndi fingið 34 deyðshótta­nir frá "Veganistum"
Fótbóltsending á Radio.fo
BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ
Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan
Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu
Jóla­pakkar­nir gleða og stimbra - sjálvt í februar
HEILFLUKTA­RIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo
INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda
Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021
Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eystur­oyartunlinum
Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?
Fyrsti túrur darvaður av veðri
Bankaræning skal steðgast
Hátíðarhald á Lambareiði
Henny skipar fyri ListaMelduri
Ljós at hóma á Tingi
Niðursetumenn á Morskranesi
Fimm spurningar til Jenis av Rana, lands­stýrismann, um forfylgd kristin
Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola
Grund­stykkir við Myllá í Norð­ragøtu til sølu
Eysturoyar Sjálvstýris­felag aðalfund
Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Kristiligar Tíðindasendingar
ANNA OG DAVID RODDA - farin aftur til Onglands!
Kristiligar Tíðindasendingar
FONGSULS­TÆNASTAN Í RUMENIA - 1000 fangar
Nýggjastu tíðindi