Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Innanlands, Lesarabrøv | 19/01-2021 16:00

Í Degi & viku sóu vit í kvøld (mánakvøld) eitt langt innslag um, hvussu LGBT stríðist fyri at fáa samkynt foreldur javnstillaði við hinskynt foreldur. Jóhan Dahl er tilreiðar at seta samgonguna uppá spæl fyri at tryggja hesum foreldrum hesi rættindi.

Forkvinnan í LGBT segði, at løgmaður hevði lovað at koma við eini loysn í november, men tey bíða framvegis.

Nú fari eg at fortelja um ein bólk av føroyingum, sum fyri trimum og einum hálvum árum síðani vann sær ein sigur, við tað at teirra mál endiliga varð viðurkent sum føroyskt mál. Tað eru deyvir føroyingar og málið eitur ’føroyskt teknmál’.

Við hesi viðurkenning fylgja somu rættindi, sum aðrir føroyngar, ið tosa føroyskt: Rættin at fáa alt føroyskt tilfar tulkað, bæði í sjónvarpi, útvarpi og á føroyskum heimasíðum. Tulkar til undirvísing, sosiala samveru og so framvegis.

Hetta ljóðar alt so jaligt, men ikki ein króna fylgdi við hesi viðurkenning.

Síðani føroyskt teknmál varð viðurkent sum føroyskt mál, er onki framstig gjørt fyri, at deyvir føroyingar skulu fáa betri atgongd til øll tey viðurskifti, sum eru púra náttúrlig hjá øðrum, hoyrandi føroyingum, til dømis at fáa atgongd til øll tíðindi, soleiðis at tey kunnu fylgja tí, sum hendir í samfelagnum, eins og onnur.

Í samgonguskjalinum, undir ALMANNAMÁL á síðu 14 hjá sitandi samgongu stendur: ”Deyvatulkingartænastan verður styrkt” (rætta navnið er sjálvandi ”Teknmáls- og tulkatænastan”, men lat tað fara).

Á Íslandsvegi 10b, har Deyvahúsið liggur, hava vit ein granna hinumegin vegin, sum tekur sær blindum brúkarum. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri teirra brúkarar og fyri fleiri árum síðani gjørdust tey ein stovnur, nevniliga Sjóndepilin.

Sjóndepilin hevur eina árliga rakstrarjáttan uppá umleið 6,8 milliónir krónur. Til samanberingar kann nevnast, at Deyvafelag Føroya fær kr. 982.000,- til rakstur.

Sjóndepilin hevur 10,5 fólk í arbeiði. Deyvafelagið hevur ikki pening til at hava fólk í fulltíðarstarvi, hóast tað er tørvur á tí.

Og so komi eg aftur til hetta at javnseta bólkar. Hvussu ber tað til, at hesi bæði feløg ikki verða javnsett? Og Deyvafelagið – ella Deyvastovnurin, sum tað átti at verið, um vilji var til tað frá almennari síðu, hevur sama ynski at taka sær av sínum limum sum til dømis tey blindu.

Í báðum førum er talan um sonevnd sansabrek.

Síðani januar 2020 hava vit í Deyvafelag Føroya tosa við Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Vit hava givið teimum okkara boð uppá, hvussu vit kundu skipa okkum, so deyv í Føroyum og teirra avvarandi kundu fingið ta hjálp og tann stuðul, sum tey eiga at fáa og hava rætt til.

Øll, sum vit tosa við, eru jalig og siga seg skilja problematikkin, men onki hendir. Vit rykkja og rykkja, men tað sigur tað sama. Ymsu ráðini skylda hvørt upp á annað, og ongin vil eiga rokningina.

Tað hevði verið áhugavert at sæð, um nakar politikari hevði verið sinnaður at sett eina samgongu uppá spæl, fyri at deyvir føroyingar kundu fingið teirra rættindi undir somu treytum sum ein og hvør annar føroyingur. Men tað átt nú ikki verið neyðugt.

Ingibjørg Jacobsen
Dagligur leiðari
Deyvafelag Føroya, Deyvahúsið


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi