Fara nú á kalvaveiðu
- Síðstu mánaðirnar hava vit gjørt skipið klárt til kalvaveiðu og fara ætlandi avstað í annaðkvøld við kós móti Nýfundlandi. Vit fara at ísa kalvan umborð og avreiða hann har yviri.- Tað sigur Kristian Mathisen, skipari, á Borðoyarnesi.
- Skipið hevur fingið loyvi at fiska og landa hvítkalvan har yviri. Royndirnar í fjør vóru so mikið góðar, at felagið hevur valt at gera íløgur í annað skip, meiri hóskandi til hesa veiðu.
Skipið er gjøgnumgingið og dagført, so tað er í góðum standi. Vit hava eisini keypt nýggjastu útgávu av Linetec, frá J. Dahl. Linetec er ein skipan, sum stýrir dragingini av línuni,- sigur hann.
- Eftir ætlan fara vit at landa har, sum keyparin vil hava fiskin. Bæði landingin at fáa ís, vatn, olju v.m, hevur kravt nógva fyrireiking, so hetta fer at eydnast.
Vit hava roynt at fyrireikað okkum væl, tí tað er langur vegur at fara,- sigur Kristian Mathisen.
10 mans vera við.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Hátíðarhald á Lambareiði

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











