Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tørvur á einari heildarætlan og bygnaðarbroytingum

Politikkur | 20/01-2021 14:30

Strandfaraskip Landsins (SSL) røkja hesar sjófarleiðirnar:

  1. Tvøroyri - Tórshavn, Smyril.
  2. Sørvágur - Mykinesar, útbjóðing av farleið.
  3. Klaksvík - Syðradalur, Sam.
  4. Hvannasund - Svínoy/Fugloy, Ritan.
  5. Skopun - Gamlarætt, Teistin.
  6. Gamlarætt - Hestur, Teistin.
  7. Sandoy - Skúvoy, Sildberin.
  8. Skopun - Gamlarætt, Hasfjord.
  9. Tórshavn - Nólsoy, Erla Kongsdóttir.

Nakrar av hesum farleiðum eru rættuliga afturútsigldar tøkniliga og tænastuliga, og púra ótíðarhóskandi fyri fastbúgvandi og ferðandi.

Tørvur á einari heildarætlan fyri útskiftingar

Tað átti ikki at veri trupult at gjørt eina heildarætlan fyri raksturin, herundir nýíløgur/ keyp og útskiftingar av skipum ella ferjum fyri einstøku farleiðirnar, býtt upp á ár og 5-10 ár frameftir. Nakrar nýíløgur og útskiftingar eru upplagdar og hava skund, ein farleið fær undirsjóvarsamband, onkri skip kunnu umrokerast, onkrar farleiðir bjóðast út o.a. Tørvur er á at hugsa nýtt viðvíkjandi rakstri av smærru farleiðunum.

Málið má vera at skapa ein stabilan, álítandi og tryggan rakstur á øllum farleiðum.

Øll árini eg sat sum landsstýrismaður við m.a. samferðslumálum var stóra avbjóðingin at fáa smærru skipini til útoyggjar útskift og tillagað til nútíðar tørvin.

Støðan tá figgjarliga var sera trupul, men vit valdu at raðfesta og umrokera við teimum skipum, sum vóru tøk, umframt at fáa eitt betri skip keypt til Skúvoyarleiðina.

Ritan bleiv sett í sigling í Norðoyggjum (Fulgoy/ Svínoy) og Ternan bleiv gjørd, so hon kundi nøkta Nólsoyarsiglingina til annað nýtt skip varð bygt. Vit  høvdu eitt liðugt projekt gjørt til Nólsoyarleiðina, sum tíverri seinni bleiv tikið av borðinum aftur av seinastu samgongu, 2015-2019.

Eisini høvdu vit tá eina ætlan á borðinum um at byggja 4 nýggj skip, eina seriu sum skuldi koma fyri tey eldru skipini i strandfaraflotanum.

Um SSL framvegis skal røkja leiðirnar til Nólsoyar, Hest, Skúvoyar, Kalsoynna og Svínoy/ Fugloy, so er neyðugt, at mann fer i gongd við eina byggiætlan, har fari verður undir at byggja skip, egnaði til hesar farleiðir.

Sandoyggin hevur 2 skip, sum verða leys antin at selja ella brúka innan 2 ár og hesi kunnu brúkast i eini yvirgangstíð til nýggj skip verða bygd.

Eg vil mæla til, at mann skiftir út øll hesi eftirhondini gomlu skipini og byggir ein nýggjan flota til endamálið.

Eitt annað alternativ er, at mann ger sum við Bydgaleiðir, har mann kundi bjóða  Kalsoyarleiðina, Svinoyar-/Fugloyarleiðina og Skúvoyarleiðina út at verða rikin av privatum aktørum, eftir nærri avtalu um tænastuligar og fíggjarligar treytir í ávíst áramál ágangin.

Farmaflutningurin til og frá Suðuroynni

Suðuroyggin hevur, hóast Smyril er eitt stórt skip, eisini avbjóðingar við farmaflutninginum, sum er sera nógv øktur seinastu árini og her má eisini finnast ein leistur fyri, hvussu flutningur kann fara fram á nøktandi hátt, so vanliga ferðaætlanin ikki áhaldandi verður darvað orsakað av knappari tíð at lasta og lossa, umframt altjóða reglum um hvílitíðir.

Tað er neyvan nakað at ivast í, at mann politiskt vil viðvirka til at finna eina nøktandi loysn og eiga vit at fara undir hetta nú.

Tørvur á bygnaðarbroytingum - P/F leistur

Flestu veitingarfyritøkur í londunum rundan um okkum eru umlagdar til almenn partafeløg ella privatiserað. Endamálið er at professionalisera stovnin og tess rakstur, skapa dynamikk, skapa effektivitet og produktivitet, betri umstillingarevni til marknaðin, skapa stabilitet og ikki minst tryggja eina langtíðar rakstrar- og íløguplanlegging.

Til samanberingar, so er Danske Statsbaner (DSB) í Danmark ein sjálvstøðug fyritøka/ konsern, sum Staturin eigur, og sum verður rikin á einum vinnuligum grundarlag. DSB móttekur árliga kontraktbetaling frá Statinum fyri sínar veitingar - herundir at koyra tok, har tað ikki er rentabult.

I 1999 varð DSB lagt um til eina sjálvstøðuga almenna fyritøku, sum á fleiri økjum skal fylgja ásetingunum í partafelagslógini og lagdur verður fram roknskapur eftir ársroknskaparlógini. DSB er undir leiðslu av einari stjórn, sum hevur ábyrgd yvirfyri einari nevnd. Transport- og Boligministeriet er 100% eigari av DSB.

Eftir hesum at døma eru organisatorisku karmarnir at reka SSL púra afturútsigldir og ótíðarhóskandi - tørvur er á bygnaðarbroytingum og einum nýggjum felagformi.

Spurningurin er tí um tíðin ikki er komin at umleggja SSL til eitt alment partafelag við einari professionellari nevnd við beinleiðis tilvísing til landsstýrismannin á økinum. Vit hava sera góðar royndir í Føroyum við umleggingum av almennum stovnum til almenn partafeløg - kollveltandi broytingar til tað betra.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi