Diana skal stjórna Demensdeplinum á Tjarnargarði

Diana P. Strøm er sett sum leiðari á demensdeplinum, sum er fyrsti av sínum slag í Føroyum. Diana P. Strøm er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuna síðan lokna útbúgving og seinastu árini sum deildarleiðari.
Leiðslan í heilsu- og umsorganartænastuni fegnast um, at leiðarin nú kann fara undir at fyrireika virksemið á nýggja demensdeplinum saman við starvsfólkunum.
Endamálið við demensdeplinum er at veita eitt slóðbrótandi, tvørfakligt heildartilboð til borgarar við demenssjúku á øllum stigum í sjúkugongdini. Talan er um búpláss, stuttíðarpláss, virkis- og venjingartilboð eins og ráðgeving. Arbeitt verður við heilsufremjan, fyribyrgjan, endurmenning (rehabilitering) og sjúkrarøktarfakligum átøkum, sum stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív.
Demensdepilin letur eftir ætlan upp um miðjan apríl 2021, og Diana byrjaði í starvinum 1. januar 2021.
Vit fara at ynskja henni til lukku við nýggja starvinum og bestu eydnu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











