Kokkurin er færeyingur
-Vit fiskaðu í fimm dagar sunnanfyri Føroyar og hava gott 1900 tons av svartkjafti inni. Síðsta hálið fingu vit trupulleikar við girinum á øðrum spælinum, so vit steðgaðu fiskiskapinum,-
Tað sigur Daði Torsteinsson, skipari, á íslendska pelagiska trolaranum Aðalsteinn Jonssyni frá Eskifirði.
-Vit komu so inn á Runavík, har KJ Hydralik tekur girini av báðum spølunum fyri at yvirhála tey. Tá tey eru komin í land, fara vit til Eskufjarðar at landa,- segði Daði, við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í gjár.
Í messuni stákaðist kokkurin, sum tosaði føroyskt, um enn við íslendskari málføri (dialekt).
-Eg eri bara við sum avloysari, nú koronan hevur lagt alla matstovuvinnu lamna í Íslandi.
Eg búgvi í Reykjavík, har eg eigi og reki matstovuna Orangecafé, men har er einki at gera vegna Covit 19 farsóttina, so nú eri eg við her sum avloysari. Pápi sigldi hjá hesum reiðarínum, tann tíð tað var,- Tað sigur Bergleif Joensen, yngri, sonur Bergleif Joensen, úr Fuglafirði.
-Vit búðu í Fuglafirði í tvey ár, frá tí eg var umleið 6-8 ár og tað vóru góð ár. Eg havi gott samband við familjuna í Føroyum og eri stoltur av at vera hálvur føroyingur,- sigur Bergleif.
Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðarin, sum hevði lesnað við. Eisini vóru teir heilsaðir við gomlu føroysku heilsanini:
Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Hátíðarhald á Lambareiði

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











