Vápn – broyttur praksis hjá politinum
Tað man vera mangur – kanska serliga sjómenn – sum í Kanada ella Grønlandi hava ognað sær eitt skotvápn t.d. eina riflu, og sum liggja inni við henni.
Sovorin skotvápn eru ikki loyvd í FO uttan so at formligt loyvið er givið til tað.
Í vikuni varð ein persónur framstillaður í grundlógarforhoyr tí hann hevði eina sundurtikna riflu og 90 patrónir í bilinum. Riflan var keypt í Grønlandi, sum ein annar pakki av smør.
Ákærumyndugleikin vildi varðhaldsfongsla mannin í 4 vikur fyri hetta sambært revsilógini § 192a ”Den, som besidder, bærer eller anvender skydevåben i strid med lagtingslovgivningen om våben m.v. under særlig skærpende omstændigheder, straffes med fængsel indtil 4 år, når overtrædelsen sker på offentligt tilgængeligt sted”.
Hetta kom í revsilógina í 2009, men er mær vitandi ongantíð brúkt.
Vanligt hevur verið, at ein ólóglig rifla gav 3.000 kr í bót, og riflan varð tikin og burturbeind, umframt eina bót fyri patrónir.
Persónurin hevði ongantíð brúkt rifluna í FO, sjálvt um hann hevði haft hana í 5-7 ár.
Lógarteksturin er ein fylgja av banda og rokkarastríði í DK, saman við 11. sept álopinum í NY, og verður hesin lógartekstur nú brúktur móti friðarligum føroyingum, sum ikki eru í bandum ella rokkarar, enn minni terroristar, og sum nú, við støði í eini heilt fremmandari lóggávu, kunnu verða sett í fongsul í eitt longri tíðarskeið. Leystliga so meti eg at eitt stað millum 2-600 riflur eru í FO, so tað verður trongt í Mjørkadali, men so verða hesi fólkini allarhelst send til DK at sita.
Eg mótmælti við fleiri grundgevingum sum verji at persónurin skuldi varðhaldsfongslast, og varð úrslitið av grundlógarframstillingini,at persónurin varð leyslatin, men hóast tað so metti rætturin at grundaður illgruni var fyri at § 192a var brotin.
Hetta er tí ein innilig ávaring !!
Skrivar Jógvan Páll Lassen á facebook.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Hátíðarhald á Lambareiði

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











