Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni
Áðrenn eg gjørdist løgtingslimur, hevði eg, eins og nógvir aðrir borgarar hava í dag, ilt við at skilja, at samgonga og andstøða arbeiða sum tær nú einaferð gera í okkara demokratii.
Eitt samgonguskjal verður vanliga undirskrivað eftir drúgvar samráðingar og er fult av kompromium frá øllum flokkum.
Sitandi samgonga hevur bæði konservativar og liberalar politikarar, sum vilja í hvør sína ætt tá tað kemur til virðispolitikk sum heild. Úrslitið av hesum er hesin setningur í samgonguskjalinum: ”Í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.”
Hetta merkir at ongar broytingar vera gjørdar í teimum grundleggjandi og bleytu virðunum, tí allir samgongulimirnir eru ikki samdir um kósina á hesum økinum. Eitt kompromi av báðum vongum.
Eftir hálvtannað ár í Løgtinginum, má eg ásanna, at eitt samgonguskjal og gott samgongustev, er besti arbeiðsháttur hjá valdshavaranum, samgonguni, í okkara demokratii.
Allir samgongulimir smíða lógir út frá sínari sannføring, men vit hava eina avtalu og samstarv at fyrihalda okkum til.
Tað riggar ikki at koyra solo. Hetta er ikki bara galdandi fyri samgongur í politikki, men fyri samstørv av alskins slagi í okkara samfelagi.
Jenis, formaðurin, skrivaði undir samgonguskjalið, vegna Miðflokkin, við tí áliti, at allir limir halda seg til hesa avtalu. Vónandi kann hetta góða samstarvið halda fram.
Steffan Klein Poulsen
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Hátíðarhald á Lambareiði

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











