Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?
Undirhúsið á Toftum, saman við Bátafelagnum, hevur stovnað felagið “Mathiasar pakkhús” Samstundis hevur nýggja felagið keypt fyrrverandi pakkhúsið hjá Mathias Jacobsen, handilsmanni og reiðara, sum stendur á havnalagnum á Toftum.
Í morgun ruddaðu menn húsið, har ymiskur gamal fiskireiðskapur var inni. Millum útgerðina var eitt óbrúkt trol frá sluppini Elsu, sum Mathias átti, og sum var umbygd til trolara síðst í 1940unum. Menn meina, at trolið er frá somu tíð.
-Trolið hevur ongantíð verið í sjónum, tí knútarnir í meskunum eru púra leysir. Spjaldur er á báðum vengrunum og har stendur at trolið er 65 fót og er sent frá Trolvirkinum á Eiði, -
Tað sigur Haldur Gaardbo, formaður fyri Undirhúsið.
-Vit hava sett okkum í samband við trolvirkið Vónina, og teir eru áhugaðir at síggja trolið, mála støddina upp og síggja hvussu tað er gjørt,- sigur Haldur.
Ein kelda av Eiði vil vera við, at tað er óivað Olaf Samuelsen á Eiði, sum hevur gjørt trolið. Hann fór til Íslands áðrenn seinna kríggið at læra seg at gera trol. Aftaná kríggið byrjaði hann at gera trol í einum neysti á Eiði. Seinni flutti trolvirkið niðan í kjallaran í missiónshúsinum Karmel. Har gjørdi hann trol, saman við øðrum í fleiri ár. Olaf keypti rullur av tveini og so riðaðu menn og kvinnur netið, og tí eru knútarnir ikki spentir.
Áhugavert verður at vita, hvat teir serkønu á Vónini siga um trolið, og hvat skal henda við tí.
(Myndin av Elsu er frá 1946 áðrenn hon varð umbygd til trolara)
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Hátíðarhald á Lambareiði

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











