Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Innanlands | 24/01-2021 23:00

Í dag bórust tíðindini frá Sjóvar kommunu um, at fyribilsvegurin inni í Bø, sum varð gjørdur í samband við arbeiðið við Eysturoyartunnilin, verður stongdur. Hóast man allatíðina hevur vitað, at hesin dagurin einaferð fór at koma – fyrr heldur enn seinni – so var hetta sum at fáa ein vátan vøtt undir vangan.

Tá arbeiðið við at knýta ymisku vegirnar upp í nýggju rundkoyringina var komið nakað ávegis, gjørdist tað rættiliga greitt, at okkurt grundleggjandi galið var við íbindingini Sjóvarbrekka - rundkoyringin. Tað eru fýra vegir, sum eru knýttir uppí rundkoyringina. Á almennu tekningunum, sum liggja úti á heimasíðuni hjá estunlum, eiga allir fýra vegirnir at vera eins. Men hetta gjørdist ikki lagnan hjá íbindingini Sjóvarbrekka - rundkoyringin. Á hesum vegastrekkið er ongin oyggj, ið stendur sum mark millum koyribreytirnar. Harumframt er vegurin alt ov smalur.

Eg gjørdi mær tann ómakin, at taka nakrar loftmyndir av hesum arbeiði, og seta tær saman við upprunaligu tekningunum. Myndirnar vóru við, tá Sjóvar kommuna fundaðist við Landsverk um málið, men har spurdist ikki nógv burturúr. Trupulleikin um smalu frákoyringina var og er framvegis ikki loystur enn.

Nakað er betri enn einki, sigur gamalt føroyskt orðafelli. Heldur enn at loysa trupulleikan, meðan stundir enn vóru til tess, hendi onki hesum viðvíkjandi. Als onki. Íbindingin frá Sjóvarbrekku og oman til rundkoyringina fekk tey síðstu løgini av asfalti, og tað tóktist sum at hetta var tað, men so var ikki.

Nakrar vikur áðrenn tunnilin opnaði fyri allari ferðslu, bleiv eittans ítriv gjørt við trupulleikan, og tað var ikki við mýkindum – allarhelst er hetta eitt eindømi í heimshøpi. Eg havi verið í nógvum londum, og eg havi koyrt eftir nógvum alfaravegum runt um í verðini, men enn havi eg aldrin sæð eina vegbungu so tætt uppá eina rundkoyring, sum liggur við ein landsveg. Vegbungan kann heldur ikki bólkast undir eina “vanliga” vegbungu, um nakað eitur so. Hetta er bæði størsta og ófantaligasta vegbungan, eg nakrantíð (sera varisliga) havi koyrt upp um.

Tað eru rættiliga nógvir íbúgvar á Strondum, sum dagliga koyra eftir hesum vegastrekki, og stór ónøgd hevur verið um hesa famøsu vegbungu. Sjóvar kommuna hevur eisini gjørt vart við hendan trupulleikan, men hetta dregur sjálvandi eisini út – soleiðis koyrir bureaukratiið á Landsverki í løtuni. Tað, at vegurin frá Sjóvarbrekku er alt ov smalur, er uttan iva úrslitið av, at onkur hevur góðkent onkrar tekningar, sum hava fyriligið, men sum als ikki hava samsvarað við upprunaligu tekningarnar. Somuleiðis hevur onkur eisini givið grønt ljós fyri, at ein vegbunga skal setast so tætt upp at einari rundkoyring. At síggja til, hevur hetta ongar avleiðingar fingið fyri nakran annan, enn borgaran á Strondum, sum nú hevur fingið verri vegir at koyra eftir enn frammanundan.

Nú tá fyribilsvegurin er latin aftur, fara uppaftur fleiri at koyra eftir júst hesum vegastrekki. Eg má bara stillisliga minna øll á, at koyra sera varisliga um hesa vegbungu, tí annars er seriøsur vandi fyri at morgunmaturin endar uppi í munninum aftur.

Eg vóni og vænti so inniliga, at hendan vegbungan sum skjótast verður beind burtur. Ynskiligt hevði verið, at allur vegurin bleiv breiðkaður, men bara avtøkan av einari kempistórari og óuppmerktari vegbungu, hevði verið ein sigur í sjálvum sær.

Steingrím Jacobsen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi