Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl spyr um kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk

Politikkur | 26/01-2021 12:27

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), viðvíkjandi kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

  1. Hvat er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kravinum um, at føroyingar nú skulu hava loyvi til at fiska hummara til  húsbrúk, og er hetta brot á siðvenju-rættin, at føroyingar sleppa at fiska til húsbrúk?
  2. Hvat vísa veiðihagtølini um ávikavist vinnuliga veiðu og veiðu til húsbrúk seinastu 10 árini?
  3. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at hetta ikki fer at breiða seg til aðra fisking, sum er til húsbrúk?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at í Føroyum hevur tað verið siðvenja, at hvør maður hevur rætt at fiska til húsbrúk. Hetta merkir meira ítøkiligt, at tað ikki skal havast eitt fiski- ella veiðiloyvi, um fiskaða nøgdin er til húsbrúk. Við kunngerð nr. 212 tann 22. desember 2020 krevst nú loyvi til at veiða hummara, hóast tað einans skal fiskast til húsbrúk. Tað tykist sum um, at hetta er ein uppgerð við siðvenjuna um fisking til húsbrúk, sum hevur verið galdandi í Føroyum.

Grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var, at óskipaður fiskiskapur eftir hummara ikki tænir hummarastovninum og er til ampa fyri vinnuna. Helst eigur óskipaður fiskiskapur, ið er til ampa fyri vinnuna ikki at viga tyngri enn siðvenjan um fisking til húsbrúk.

Um fiskingin til húsbrúk er ov stór til, at hummarastovnurin kann bera seg, kundi tað verið skilabetri fyrst at ásett ítøkiliga, hvat hummaraveiða til húsbrúk er, hetta helst í nøgd/ kg. Tað kundi møguliga verið eitt alternativ, heldur enn at avtaka ein siðvenju-rætt hjá føroyingum at fiska til húsbrúk. Tí ein slík kunngerð kann skapa fordømi fyri framtíðar avtøku av loyvinum hjá føroyingum at fiska annan fisk til húsbrúk.

Um brot er á ásetta veiðimarkið, so kundi ein møgulig loysn verið herd krøv um eftirlit hjá myndugleikunum, ið eru teir, ið hava ábyrgdina av at viðgera brot á kunngerðina heldur enn at tikið rættindini frá vanligum føroyingum.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at henda siðvenja um fisking til húsbrúk, hevur stóran týdning fyri øll tey, sum í nógv ár hava havt henda møguleika og tí verður hesin fyrispurningur settur.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi