Aftur staðfest: Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv
29. januar endaði skoðanin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Skoðanin hevur verið síðani 7. januar, og øll skoðanin hevur verið yvir netið, við videofundum, t-post samskifti o.t.
Hetta var fyrsta royndin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum at gera eina slíka skoðan yvir netið, og tí vóru nakrir byrjanartrupulleikar, men sum heild gekk skoðanin yvir netið sera væl.
Endamálið við skoðanini var at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum eftirlitsmyndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.
Undir skoðanini varð hugt at innanhýsis mannagongdum, og eftirkannað varð, um samsvar er millum mannagongdir og tað, sum verður gjørt. ES hugdi eisini at eftirlitsfrágreiðingum frá ymiskum virkjum og skipum. Har eftirlitsfrágreiðingar staðfestu frávik, varð kannað, hvussu og um uppfylging var gjørd.
Nógvir spurningar vóru um skip, serliga smábátar. Øll ísfiskaskip yvir 20 BRT verða løggildað av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og regluligt eftirlit er av hesum skipum. Smábátar undir 20 BRT, sum hava fiskiloyvi, verða ikki løggildir av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, men landa eins og ísfiskaskipini til løggildar landingarmiðstøðir. Fiskur frá smábátum, sum ikki eru løggildir, kann soleiðis fara víðari til ES. Tí hevði ES kommisjónin stóran áhuga í, hvussu eftirlit av smábátum verður skipað. Veiðutølini vísa, at um 15% av øllum botnfiski, fiskaður undir Føroyum, er veiddur av smábátum.
Niðurstøðan er, at føroyskur fiskur sum heild livir upp til ES krøv.
Skrivlig frágreiðing kemur innan 20 dagar, har nærri verður lýst, hvørjar tillagingar Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera innanhýsis.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Bilurin handaður vinnaranum

Merki vundið á stong í Ísrael

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum

Tekning til familjulegur 2021
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











