Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Okkara boð til viku sex

Tíðindaskriv | 02/02-2021 10:00

Foreldur eru altíð fyrstu uppalarar hjá børnum og ungum. Tey eru tey, sum hava verið altíð hjá børnunum, og tey eru tey sum hava foreldramyndugleikan til børnini og tey ungu eru 18 ár.

Heimamissiónsforlagið, forlagið Leirkerið og Føroyskar fríkirkjur hava umsett eina bókarøð, sum eitur Guds ætlan við sex. Tað eru fýra bøkur til børn og ung til ymisk aldurstíðarskeið og so ein foreldrabók. Tað eru Stan og Brenna Jones, ið hava skrivað bøkurnar. Stan er professari í sálarfrøði og Brenna hevur teologi útbúgving. 

Man kann tó spyrja: Er tað ikki at pressa børnini, so tíðliga at tosa við tey um sex? Men bøkurnar argumentera við at Gud gav eisini børnunum sexualitetin og tí skulu vit ikki goyma hesa gávuna. Sexualiteturin frá Gudi til børnini fer at vera ein kelda til bæði signing og gleði, um hendan gávan verður umsitin við ábyrgd.

Tað eru nógvar kreftir, sum skunda undir at børn og ung taka vánaligar avgerðir á sexuella økinum. Longu frá yngstu árum verða børnini undirdíkt við niðurbrótandi og skeivum boðskapi um sex og  sexualitetin. Ígjøgnum tónleik, sjónvarp, internet, prát við vinfólk og so framvegis. Úrslitið? Ein ørkymlandi vøkstur av børn ið hyggja at porno, leysasex, tannáringum, sum verða við barn, fosturtøkum, kynssjúkum, hjúnaskilnaðum og oyðiløgdum lívum.

Bøkurnar arbeiða út frá, at Guds ætlan er, at kristnu foreldrini eiga at vera tey fyrstu og fremstu, ið upplæra børn síni um sexualitetin. Fyrsti lærdómurin er tann sterkasti; so bøkurnar spyrja hví bíða, til børnini hoyrir tað skeiva og síðan royna at rætta misskiljingarnar? Sexualiteturin er ein vøkur gáva; hví ikki bera hana fram fyri børnini soleiðis, sum Gud ætlaði hana? Hví ikki leggja eina grund, við foreldrunum sjálvum sum tann álítandi serfrøðingurin, ið børnini kunnu venda sær til fyri at fáa greiðu á Guds sannleikum um sexualitetin?

Bókarøðin Guds ætlan við sex hjálpir foreldrum at mynda persónleikan hjá børnunum, serliga á sexuella økinum. Grundtankin er tó at sexuallæra í familjuni fevnir meira um, at mynda moralska persónleikan hjá barninum, heldur enn at geva biologiskar upplýsingar.

Barnabøkurnar eru ikki ætlaðar at veita allar upplýsingar, sum børnum tørvar, men heldur at vera eitt byrjanarstøði til kristin foreldur at tosa um sexualitetin við teirra børn, soleiðis sum tað hóskar seg til hvønn aldursbólkin. Tær geva eitt útgangsstøði til orðaskifti og kveikjan til at halda samrøðuna gangandi. Bøkurnar leggja foreldrini orð í munnin og fáa spurningar og trupulleikar fram í ljósið. Bøkurnar eru ætlaðar sum vegleiðing til samrøðurnar við børnini og at økja foreldranna ávirkan á børnini á sexuella økinum.

Forlagið Leirkerið, Heimamissiónsforlagið og Føroskar fríkirkjur


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi