At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)
Í alt heyst var eitt tema í átakinum “Online Fyrilestrar” um politiska tonkjaran Hannah Arendt. Tá var ein fyrilestur settur á skrá við Simon Swift, PhD. Simon Swift fekk forfall og kundi tí ikki halda fyrilesturin. Nú er Simon Swift klárur og “Online Fyrilestrar” ger eitt eyka fyrilestrarkvøld nú sunnukvøldið 17. januar kl. 19,00.
Simon Swift fer tá at umrøða hugsjónirnar hjá Hannah Arendt um politikk sum hann fer at knýta í “Trump-fyribrigdið” í USA. Tað krevst ein ávís grundleggjandi vitan um Hannah Arendt fyri at fáa sum mest burturúr fyrilestrinum. Til hetta endamál ber til at hyggja at 30 min. youtube fyrilestrinum “Grundleggjandi vitan um Hannah Arendt”. Hann finst her: https://youtube.com/playlist?list=PLyeIcB2mDZp5dcemb3Kp055fgzXFaKWx_
Fyrilesturin verður nú sunnukvøldið og kann síggjast á facebook-síðuni “Online Fyrilestar” og hann verður eisini stroymdur á youtube: https://www.youtube.com/user/fo011
Simon Swift er frá West Oxfordshire í Onglandi og hevur m.a. lisið á University of Cambridge og University of Leeds. Tað var í Leeds at Jóhannes Miðskarð, formaðurin í “Online Fyrilestrar” koma at kenna hann, tá Jóhannes arbeiddi við sína PhD har.
Í 2015 gjørdist Simon Swift lektari á universitetinum í Genevea.
Simon Swift hevur skrivað 3 altjóða viðurkendar granskingargrundaðar bøkur, m.a ein sum eitur “Hannah Arendt” á víðurkenda forlagnum Routledge. Hendan enska bók er umsett til Koreanskt, Japanskt og Kinesiskt.
Harafturat hevur Simon Swift skrivað umleið 15 viðurkendar vísindaligar greinar, harav tríggjar av teimum snúgva seg um Hannah Arendt:
“New Mass Movements: Hannah Arendt, Literatur and Politics” í “On the Move: Mobilities in English Language and Literature” ritstjórnað av Annette Kern-Stähler and David Britain, Swiss Papers in English Language and Literature 27 (Tübingen: Narr, 2012), 39-52.
Hannah Arendt, Violence and Vitaltity í “Theorizing Violence”, ritstjórnað avJane Kilby, The European Journal of Social Theory 16:2 (August, 2013), 357-376.
“Hannah Arendt’s tactlessness: Reading Eichmann in Jerusalem” í “Arendt After Modernity”, ritstjórna av Devorah Baum, Stephen Bygrave, and Stephen Morton, New Formations71 (Spring 2011), 79-94.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur