Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Lýsing
Lýsing

Uttan oljuna sótu føroyingar nú inni í termodrakt og vøttum

Tíðindaskriv | 06/02-2021 21:38

Hugastrok um hvítar vindmyllur og svart kolvetni hjá nýreligiøsum øðrvitisfiskum:

Takk og lov fyri Sundsverk og olju, nú Føroyar uppliva kaldasta januar í 25 ár.

Ein føroyskur fimbulsvetur broytir tó ikki 30 ára jøvnu bylgugongdina í heimsins hitalag. Men í Fjareystri, Kanada og USA hevur eisini verið beista kalt í vetur.

Farnu 30 árini hava klimafasistar spátt heimsins undirgang 3 ferðir, tá vit øll verða steikt (men sum vant ikki fyrrenn um 12 ár) av mannelvdum CO2 og ovurhita.

Nú er árið 2030 síðsta útkall. Ikki bara Al Gore og Bogi Hansen, men eisini marxistiska Alexandria Occasio Cortes og hin av klimatiskum ‘barnalokkarum’ misnýtta Greta Thunberg (16 ára gomul) eru við í altjóða jammurkórinum.

Tjóðveldi hevur nú fingið 2 grátukonur á løgting og í býrað. Duga hesi fólkini frægari enn heimsins veðurfrøðingar at spáa veðrið 3 dagar fram? Vita tær mun á landnyrð-ingi og landsynningi, hátrýsti og lágtrýsti ella bert um 0,2 hitastig um 100 ár?

Summi biva, onnur geispa, nú vit bíða eftir næstu 12 ára gálgafreist til Untergang..

Triði kaldasti januar í Føroyum var í 1979, tá klimaterroristar ræddu lívið úr fólki við at spáa eina nýggja ístíð. Seinasti (stór)kavin veturin 1979 fall náttina millum 18. og 19. mai. Tá var lítið eftir av seyðaskipanum í Norðoyum. Tá var kuldi sum nú.

Eftir 1980 var tað ‘súrt’ regn, ozonlag o.t, ið hóttu mannaættina við dómadegi. Eisini tað tvætlið hevur tann dølski meirilutin gloymt.

Orða-, mynda- og filmfloymurin úr heimsins fjølmiðlum (t.m. KvF, sjálvsagt) um ‘reina’, ‘varandi’ og ‘burðardygga’ orku dálkar loftrúmið nú meiri enn vant, m.a. tí at sosialistiska Biden-stjórnin meldar USA innaftur í París klimaavtaluna.

Heiminum tørvar, at amerikanski statskassin rindar trilliónirnar, ið ‘grøni dómadagsdansurin’ kostar. Kina-kommunistarnir gjalda ikki eina krónu.

Løgið gjaldsbýti, tí USA er vist einasta land í akademiska París-klimaklubbanum, sum hevur minkað sítt CO2 útlát 10% undir Trump, nú USA er farið yvir til at brúka meiri gass enn kol til el-orku og minkað talið á sínum kolorkuverkum niður um 200.

Veðurlagsavtalan í París setir einki umhvørviskrav til kommunist-Kina, sum hevur bygt og nú brúkar yvir 2.400 kolorkuverk og hevur onnur 1.700 í gerð í Kina umframt fleiri 100 kring um í 3. heimi. Einki krav, tí Kina er sosialistiskt.

USA, men ikki Kina, skal nú gjalda (korruptum) 3. heimslondum $ 100 mia árliga fyri ‘grøna’ orku og hereftir vaksandi peningahædd hvørt ár. Kina er jú sosialistiskt.

Nýggj boritøkni eftir olju og gassi (‘fracking’) hevur økt heimsins kendu olju- og gassgoymslur til eini 100-200 ára nýtslu frameftir og gjørt USA óheft av arabiskari olju fyrstu ferð í 50 ár. M.a. tí er okkara gass- og oljuprísur fallin á botn, lukkutíð fyri føroyska el-, ferða-, fiski- og alivinnu og fyri øll landsins húski og handilsjavnan.

Jú meiri kolvetni verður funnið og tískil gerst bíligari, jú svakari verða heimsins klimaterroristar. Grøna ‘heimsveldið’ kostar nú $2.000 mia árliga, alt skatt- og vinnufíggjað, mest til akademikar granskingarlønir og í stuðli til ‘grøna’ orku.

Við vaksandi tali av annars óbrúkiligum, religiøsum grønorkuvaldsgessum, hvørs gudinna (Gaya) eitur Greta Thunberg, verða Føroyar neyvan oljuland, sum tey flestu vónaðu til fyri 15 árum síðan. Har reyk okkara 4. búskaparbein.

Kolvetni, kol, olja og og gass, framleiða 85% av heimsins orku. Vindur, sól o.a. ‘varandi’, ‘reinar’ og ‘burðardyggar’ orkukeldur  framleiða bert 5% av heimsins orku, mest til el-framleiðslu, hóast vit hava borið myllur, sólpanel o.a. ‘reinar’ orkukeldur undir í studningi, nú 100-tals milliardir hvørt ár, farnu 50 árini.

Lat tó eitt stand fast: Eyðvitað skulu vit spjaða okkara orkuframleiðslu til eisini at umfata vind, sól, sjóvarfall o.a. framleidda orku, so hvørt tey loysa seg fíggjarliga.

Lukkan fatti nýggju virkini: Førka, Bakkafrost, bøndur, Brennistøðin, Sundsverkið (SEV) og Fjarhitafelagið. Vit vóna, at motorar fara at brenna vetni (brint) um nøkur ár.

Men tað verður ikki, tí at religiøsir veðurlagsvargar tilbiðja hvítar vindmylnueinglar og hata svartar oljudevlar. Tit mugu venda um og dyrka svart kolvetni og hava tykkara hvítu angelisku myllur sum ‘back up’, til klimasvindlið loysir seg og ikki krevur skattfíggjaðan stuðul frá tí kolvetni, ið ber heimsins búskapum og allari mannaættini uppi.

Annars løgið, at kjarnorka fær so lítla undirtøku millum manna, tá hon er bíligasta, reinasta og tryggasta el-orkukelda - í Fraklandi heili 70% av landsins el-orku.

Kanska kemst illviljin móti kjarnorku av, at (tá kapitalistiska) USA í 1945 tveitti 2 A-bumbur yvir Hiroshima og Nagasaki fyri at bráðsteðga krígnum og harvið spara millum 2 og 5 mió mannalív - flestu japansk sivilfólk.

SEV fekk umhvørvis virðisløn Norðurlanda, men tess vindmyllur hava so dánt klárað at nøkta vaksandi tørvin á el-orku. Uttan tungolju á Sundi høvdu vit nú sitið í termobúna og vøttum innandura henda metkalda januar í 25 ella kanska 42 ár.

Nógvar vindmyllur skulu reisast á hvørji fjallarøð og nógvir ‘drekar’ søkkjast í hvørt sund í Føroyum, um eisini 40.000 el-bilar skulu løðast hvørja nátt í 2030. Uttan studning frá diesel- og bensinbilum kosta elriknir bilar tá landskassa og bilaeigarum tað hvíta úr eygunum.

Føroysk fiskivinna skapar eingi virði, um religiøsu klimavargarnir krevja, at skipini fara aftur undir segl. Men okkara skip brenna helvt minni av olju pr. HK í dag enn fyri 50 árum síðan og fiska dupult so nógv.

Uttan kolvetni, kol, gass og olju búðu bert 10.000 fólk í Føroyum og 6 miljardir fólk færri í heiminum. Gud havi lov fyri kolvetni. 

Óli Breckmann


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!
Tá prestur varð avbrotin á prædikastóli­num av vitnisburði
Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka
Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%
Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja 
18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum
Afturkalling av kostískoyti
Merki vundið á stong í Ísrael
Bilurin handaður vinnaranum
Kambur farin á sín fjórða túr
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021
Húsarhald­ini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku
Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarfor­maður hjá Magn
Missións­arbeiðið í Leirvík 100 ár
Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni
Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50
SuSvim Open byrjar í morgin
Tøkk
Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar
Tobbi aftur á tingi
Vega- og gøtunøvn í Runavík
Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at
Tekning til familjulegur 2021
Nýtt súkklu- og triathlon­felag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Nýggjastu tíðindi