Støddin hevur einki at siga
Í Markus 16,2-4 lesa vit um tær tríggjar kvinnurnar, sum vóru á veg til grøvina hjá Jesusi. Á leiðini tosa tær sínámillum um, hvør ið skal velta steinina frá gravarmunnanum, tí at hann var ógvuliga stórur. Eg havi lisið mær til onkustaðni, at slíkir gravarsteinar vigaðu hálvt annað tons. Tað var ikki smávegis. Konurnar høvdu ongan livandi møguleika at vika handa steinin. Men tá ið tær komu leiðina fram, var steinurin veltur frá. Gud hevði verið undan teimum og greitt henda trupulleikan.
Hasin steinurin er ein mynd upp á okkara trupulleikar. Øll hava vit kvalir og trupulleikar, eingin sleppur undan. Flest øll menniskju eru fitt, um vit biðja tey hjálpa okkum, so vil meginparturin siga ja. Tað er bara tað, at menniskjans armur røkkur so stutt. Gud er hin einasti, sum kann loysa trupulleikar til fulnar. Tá ið hann hjálpir okkum, er trupulleikin bæði væl og virðiliga loystur, og vandamálið tikið upp við rót.
Fyri einum 35 árum síðani var Johan Maasbach, evangelistur úr Hollandi, í Føroyum. Hann segði m.a. frá einari hending, sum mamma hansara hevði upplivað:
“Tá ið mamma var 85 ár, hevði hon trupulleikar við gallbløðruni. Hon hevði gallsteinar. Læknin segði: “Tygum mugu leggjast undir skurð.”
Mamma fór so til hús og inn á kamar sítt, har hon hevði sín bønarkrók, eitt stað, har hon altíð bað. Hon lyfti hendurnar upp og segði: “Faðir! Eitt rennur mær í huga. Tá ið kvinnurnar gingu til grøvina, tosaðu tær hvør við aðra um, hvør ið skuldi rulla steinin burtur. Men tá ið tær komu leiðina fram, var steinurin longu rullaður til viks. - Gud mín, hvat hava hasir lítlu steinarnir, sum eg havi, at týða fyri teg. Harri, tak teir burtur.”
Og Harrin tók teir burtur. Seinni spurdi onkur: “Frú Maasbach, hvat hendi við hasum steinunum?” - “Eg veit ikki, og eg leggi heldur einki í tað, tí eg eri grødd,” svaraði mamma. “Kanska eru teir upploystir, líka veit eg.”
Men hon hevði ongantíð aftur trupulleikar við gallinum. Hon livdi, til hon var 102 ára gomul.
Effie Campbell.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











