Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggjar bøkur í februar

Tíðindaskriv | 11/02-2021 12:30

Umframt útgávuna av kvæðasavninum Vinmenn og framhaldið av bókini Dinosauravinir eru hesar tær fyrstu bøkurnar hjá Bókadeildini í 2021: Gigga etur breyðflís, Eg geri joga, Alva og Lias, Ein beiggi ov nógv, Træhúsið í 91 hæddum og Men hvat hendi við tær?

Fittligar smábarnabøkur, fjákutar bøkur til stór børn, ein grafisk skaldsøga til ung, og ikki minst ein upprunaføroysk bók eftir Elsubeth M. Fossádal. Les meiri um bøkurnar niðanfyri. 

Gigga etur breyðflís
Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila. Ingrid Olsson skrivaði, og Charlotte Ramel myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 20 síðum og er til tey umleið 0-1 ára gomlu.

Eg geri joga
Við hesi fyrstu bókini um joga kunnu tit læra, hvussu stuttligt tað er hjá børnum og vaksnum at gera joga saman. Strekkið, andið og stuttleikið tykkum við venjingum, sum eru gjørdar til at stimbra, styrkja og fáa barnið at slappa av. Colette Bruce og Sally Beets skrivaðu, og Ailie Busby myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 32 síðum og er til tey umleið 2-3 ára gomlu.

Alva og Lias
Ein fitt og upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir rithøvundin og læknan Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias.  Aftan á hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni: hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum. Bókin er innbundin, 52 síður og til tey umleið 4-6 ára gomlu.

Ein beiggi ov nógv
Ein tekstbók við einstøkum myndum, sum snýr seg um Sáru, ið ikki orkar at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Tá fær hon eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt. Linde Hagerup skrivaði, Jens A. Larsen Aas myndprýddi, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 168 síður og til tey umleið 6-9 ára gomlu.

Træhúsið í 91 hæddum
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 91 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, og nógv afturat. Tíbetur er nógv stuttligt at gera í træhúsinum, tí Andy og Terry noyðast knappliga at vera daddur hjá smáu abbabørnunum hjá harra Stór Nøs í ein heilan dag. Men heilt erligt, hvussu trupult kann tað vera? Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er heft, 350 síður og til tey umleið 9-12 ára gomlu.

Men hvat hendi við tær?
Jóhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og hon lætnar meir og meir. Men verður hon glaðari? Ein grafisk skaldsøga til børn, sum eru 13 ár og eldri. Børn, sum stríðast við etingarólag, verða biðin um at lesa bókina saman við einum vaksnum. Jenny Jordal skrivaði, Jenny Jordal myndprýddi, og Hildigunn Niclasen týddi úr norskum. Bókin er heft og 210 síður long.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi