Árið 2020, Korona og gistingarhúsvinnan í Føroyum 2021
I det stille var eg gløðandi sosialist í Fuglafirði í ungum døgum. Tað eri eg ikki longur. Seinasta árið hevur verið dropin.
Fyri einum ári síðani var ferðavinnan og eisini gistingarhúsvinnan í Føroyum ein blómandi og skjótt vaksandi vinna. Politikarar og fólk í ferðavinnuni vóru spent uppá hesa lutfalsliga nýggju vinnu, sum sá út til at blíva okkara vinna nr. tvey beint í hølunum á fiskivinnuni. 2020 sá út til at blíva metár, hvat ferðafólkatali viðvíkti, og tað høvdu ongantíð áður verið so nógvar undanbíleggingar fyri eitt ár, sum tað var í 2019. Hotellir blivu bygd og útbygd, og smáar ferðavinnufyritøkur av øllum handa slagi sóu dagsins ljós. Øll vildu hava ein bita av kakuni.
So kom korona.
Landið legðist lamið. Almennir stovnar meldaðu út, at nú fóru teirra starvsfólk at arbeiða heimanífrá, og tað gjørdu nógv, og samstundis fingu fleiri tíð til at mála veggir, skifta køk, leggja havan um. Ja, alt sovorðið sum mann vanliga ikki hevur tíð til, tá eitt fulltíðarstarv skal passast. Veðrið var gott, hjá Balslev boðaðu tey frá metsølu, og ganska vanligar arbeiðsdagar vóru køir langt út á vegin. Tey í privatu vinnuni royndu at produsera sum ongantíð fyrr, í tí vón framvegis at hava eitt arbeiði, tá hettar ókenda fyribrigdið varð hæsað av. Men nógv vórðu send til hús. Facebook avdúkaði nógv tað fyrstu tíðina av korona, men so blivu fólk meira afturhaldandi, og færri stákimyndir vórðu almannakunngjørdar. Hettar hekk óivað saman við herindum av moralskum forargilsi sum eg og fleiri við mær fingu og almannakunngjørdu á sosialu miðlunum. Tað er alt annað líka einki feitt at arbeiða í døgndrift, fyri at fyritøkuni ein arbeiðir hjá skal vera lív lagað, og samstundis síggja og hoyra, at onnur gera tað mótsatta, nógv við løn, sum øll tey heimsendu skuldu gjalda. Men, vit eru øll bara menniskju, og tað er einki forgjørt í at arbeiða til egnan fyrimun. Tað eru so nógvir mátar at gera tað uppá. Tað at gera privat ting í arbeiðstíð, er so ein máti.
Sum fráleið stongdu matstovur og barrir. Ferðafólkini steðgaðu við at koma, og allar bíleggingar árið út blivu avlýstar. Hotellini høvdu ongar gestir, og nógv fólk í tænastuvinnuni sum heild blivu arbeiðsleys. Lukkutíð fyri tey var hjálp at heinta fyrstu tíðina, samstundis sum hjálparpakkar til fyritøkur vórðu presenteraðir. Hesir hjálptu summum, men sum við øllum øðrum, fingu ikki øll ein part av kakuni.
Mitt í øllum rokilsinum lótu tvey nýggj hotellir upp. Fyrst eitt, Hotel Brandan, sum eitt privat felag eigur og rekur, og ikki fekk almenna hjálp til at lata upp, og so eitt annað, Hilton Garden Inn Faroe Islands, sum eitt alment fíggjað partafelag rekur.
Hettar partafelagið, Atlantic Airways, fekk fyri jól eina innspræning áljóðandi 100 milliónir úr landskassanum. Ikki løgið at Hilton Garden Inn Faroe Islands kann bjóða gestunum óhoyrdar prísir, sum avlaga marknaðin og gera, at hini hotellini fyri at yvirliva, í øllum førum í eina tíð, eru noydd til at dumpa prísirnar til tað reina undirskot. Tað sum betalandi gestirnir á hesum hotellinum ikki hugsa um er, at TEY fáa rokningina, ella sagt uppá ein annan máta, so hava tey faktiskt goldið fyri gistingina frammanundan. Og hettar fara tey at gera í fleiri ár framyvir, tí at landið (les TÚ og eg) hevur nemliga bundið seg til at fíggja alt undirskot í øllum førum tey fyrstu 5 árini. Í teoriini kunnu føroyingar tá tey checka út siga, ”takk fyri meg, eg havi longu goldið”. Miðlarnir hava verið inni á hesum problematikkinum, og spurdur um partur av hesum 100 milliónunum til Atlantic Airways fór at verða brúktur til Hilton, svaraði nevndarformaðurin fyri jól, at hann ”føldi” ikki at tað fór at vera neyðugt (!?) Heilt ótrúligt at tosa um kenslur, tá onnur skulu gjalda. Vit tosa um 100 milliónir, sum føroya fólk betalir. Nevndarformaðurin hevur eisini sagt í kringvarpinum, at Atlantic Airways garanterar fyri gjaldførinum. Og fyri at gera tað heila enn stuttligari, so verða fyrstu 9 prosentini av einum eventuellum yvirskoti send av landinum til onkra Hilton-kontu okkurt eksotiskt stað. Tað eitur á fínum máli franchise fees, sum vanligi føroyingurin ikki hevur forstand uppá, og tí ikki setir spurnartekin við, hóast hann fær rokningina í síðsta enda. Útyvir uppstartskostnað millum eina hálva og eina mill. kr., kostar tað 5% í royalty fees og 4% í advertising royaltye fee. 9% tilsamans ÚT AV LANDINUM. Og tað uttan mun til milliónirnar av føroyskum krónum, sum eru innsprændar.
Tey alment løntu sum arbeiddu heimanífrá, eru fyri langari tíð síðani komin aftur til arbeiðis. Hjólini eru farin at mæla aftur, Føroyar munnu vera eitt av fáum londum, har hjólini mæla næstan sum vanligt. Men bara næstan. Ferðavinnavinnan bløðir. Gistingarhúsini eru tóm 5 dagar um vikuna, og eitt alment fíggjað partafelag er viðvirkandi til at koyra privatu gistingarhúsini á heysin. Heilt erligt. Hvat er meiningin?
Eg siti eftir við tveimum tingum. 1. Tá fólk kundu arbeiða heimanífrá í vikuvís, uttan at tað merktist í samfelagnum, burdi mann kanska farið at hugt eftir, um brúk er fyri øllum hesum lønarútreiðslunum í almenna sektorinum. 2. Landskassin (les: eg og TIT ØLL sum lesa) stuðlar beint nú aktivt, at privati sektorurin verður avlagaður.
Súnfríð Lambaa Ihlen
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











